12 umsóknir til íverksetarastimbran

Íverksetarahúsið

j

02/11/2016

10382545_803558393009162_7484598673818176892_o

Tá freistin at søkja inn á Íverksetarastimbran vóru 12 umsóknir komnar inn. Hetta er væl meira enn roknað varð við sigur Íverksetarahúsið, sum skipar fyri tiltakinum.

Íverksetarastimbran er ein accelerator skipan við mentorum atknýttum, og endamálið er, at geva íverksetarum møguleika at menna sína fyritøku, fáa eitt virðismikið netverk og útvega kapital til fyritøkuna.

Tiltakið er ætlað íverksetarum ella nýggjum fyritøkum, sum í eina tíð hava arbeitt við sínum hugskoti, men mangla at fáa gongd á, so hetta kann gerast til eina lønandi fyritøku.

Luttakararnir arbeiða saman við einum royndum mentori/ serfrøðingi, innan viðkomandi fakøki fyri íverksetaravirksemið, sum fer at fylgja og stuðla íverksetanum í tíðarskeiðnum.

Næstu 3 mánaðirnir fara íverksetararnir, saman við einum mentori og Íverksetarahúsinum at arbeiða við ætlanini, soleiðis at hon kann búnast og í síðsta enda leggjast fram fyri íleggjarum.