MENTORSKIPAN FYRI ÍVERKSETARAR

Íverksetarahúsið hevur sum eitt av sínum aðalmálum at stimbra íverksetan í Føroyum, við millum annað at knýta samband ímillum íverksetarar og vinnuna. Vit hava tískil sett eina mentorskipan í verk, har ætlanin er at mentorskipanin skal virka, sum ein hjálp hjá íverksetum í øllum Føroyum. 

Okkara ynski er at mentorskipanin skal geva íverksetum íblástur og nýhugsan. 

Ein mentor er ein persónur við vitan og royndum úr vinnulívinum, ið virkar sum vegleiðari hjá einum íverkseta. Uppgávan hjá mentorinum er at ráðgeva íversetanum, og virka sum sparrings partnari. 

Kundi tú hugsa tær ráðgeving og vegleiðing, frá einum persóni úr vinnulívinum. Ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Útfyll metorumsóknina – og vit finna tann rætta mentorin til tín