Ráðgeving
Hevur tú eitt hugskot og ynskir at koma ígongd? Vit ráðgeva og hjálpa tær á røttu leið.
VIRKISFORMAR
Einstaklingavirki Einstaklingavirki er eitt persónligt virki, sum tengt at eigaranum. Hetta er tann einfaldasti mátin at koma í gongd og reka vinnuligt virksemi. Møguligt er at hava ein ella fleiri í starvi. Útróðrarmenn, handverkarar og sølufólk reka ofta virki sum...
BYRJAN – frá hugsan til virksemi
Hugskotið er her. Men tað skal setast í verk. Størsta avbjóðingin er at gera hugskotið til virksemi og eina fyritøku, sum gevur yvirskot. Vit bjóða ráð og vegleiðing til, hvussu hugskotið kann føra til virksemi, sum gevur yvirskot. Eitt íverksetarahugskot verður tí...
STOVNA FYRITØKU
Fyrsta stig er tikið og tú ert nú í gongd við at byrja tína fyritøku. Hevur tú vinnuliga sølu av vørum og tænastum fyri meira enn 50.000 krónur í 12 mánaðir, so skalt tú skráseta teg í Vinnuskránni hjá TAKS. So fært tú eitt v-tal (stytting fyri vinnutal), sum verður...
RAKSTRARÆTLAN
Hevur tú tørv á at gera eina rakstrarætlan, kanst tú taka ein einfaldan leist frá TAKS niður her, ella ein størri leist frá Vinnuhúsinum her.
VIRKISÆTLAN
Vit ráða øllum íverksetum at gera eina virkisætlan (Business Plan), ið er eitt skjal, sum lýsir tínar ætlanir við fyritøkuni, og hvsussu tú ætlar tær at røkka hesum ætlanum. Virkisætlanin kann hjálpa tær at fá yvirlit og meta um núverandi støðuna hjá fyritøkuni, og...
SØLA OG MARKNAÐARFØRING
Tú kanst hava eitt frálíkt hugskot og tín vøra kann vera heilt serstøk, men uttan at kundarnir kenna til tín og tína fyritøku, er ikki serliga sannlíkt at tín fyritøka er lívi laga. Tískil er tað altumráðandi, at tín fyritøka er sjónlig, um tú ynskir at hon skal kunna...
STUÐULSMØGULEIKAR
Her kanst tú fáa yvirlit yvir møguleikarnar fyri at søkja um stuðul til vinnufremjandi endamál. Vinnuframi – Allar vinnurVisit Faroe Islands – FerðavinnaFiskivinnuroyndir – FiskivinnaGranskingarráðið – Gransking og...
BÓKHALD
Tá ið talan er um bókhald, er gott at fáa avgjørt sum skjótast, um tú vilt bóka sjálv/ur ella um tú skalt finna onkran at gera tað fyri teg. Hvat er betri at velja, er í stóran mun treytað av, hvussu tú ert sum persónur, og hvat slag av virksemi, talan er um. Góð ráð...
FÍGGING
FÍGGING Fígging er ein týdningarmikil partur av byrjanini. Íverksetarar kenna tað væl. Tá ein situr og arbeiðir við sínum hugskoti og er í ferð við at byrja eina nýggja fyritøku. Tað er ofta ein avbjóðing, og hvar skalt tú leita tær fígging. Tey flestu hugsa helst um...