Fyrireika teg væl
Líkamikið hvat tú fert í gongd við, so er tað týdningarmikið at tú fyrireikar teg væl. Betri tú ert fyrireikaður, størri eru sannlíkindi fyri, at tú hevur eydnu við tínum virksemi. Somuleiðis er tað týdningarmikið at tú setur tær mál, og harumframt eisini gert tær eina ætlan fyri, hvussu tú røkkur hesum málum.
Kenn tínar kundar
Tað er ikki nokk, einans at hava eina góða vøru ella tænastu, sum tú sjálv/sjálvur ert nøgdir við.
Tú mást eisini kenna tín málbólk og hvørjar tørvir, og avbjóðingar hann hevur. Um tú ynskir at vita meira um kundarnir í tínum málbólki, og økja um møguleikan fyri at eydnast við tínari fyritøku, mást tú seta teg í samband við kundarnir og lurta eftir hvørji ynskir teir hava, og haðanífrá tillaga tína vøru ella tænastu.
Savna eitt sterkt toymi
Hóast tú ert dugnalig/dunaligur og hevur eina breiða vitan, so er tað mest sannlíkt at tú ikki dugir alt. Tískil betrar tú tínar møguleikar fyri at eydnast væl við tínari fyritøku, við at savna eitt sterkt toymi. Tað er hugsandi, at tú við fyrimuni kann gera tær dalt av at hava samstarvsfelagar, ið hava aðrar førleikar enn tú hevur, og harvið í síðsta enda bjóða eina betri vøru ella tænastu.