Um tiltøkini

Skúla FM

Árliga tiltakið, har næmingar úr framhaldsdeildini kring landið arbeiða við íverksetan.

Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur.

Sambært samstarvsavtalu millum Íverksetarahúsið og Mentamálaráðið verður dentur lagdur á, at virkað verður fyri at menna áhugan hjá næmingum fólkaskúlans í íverksetan og at skipa so fyri, at næmingarnir fáa roynt síni skapandi evni, sítt hugflog og royndir í nýhugsan, har teir bæði fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot.

Sum partur av SkúlaFM fáa næmingarnir undirvísing í íverksetan yvirskipað og ástøðiliga, vitja fyritøkur og arbeiða við íverksetan á ein meiri ítøkiligan hátt. SkúlaFM endar við einari finalu, har næmingar úr ymiskum flokkum koma í kapping við hvønn annan.

Ársins íverksetaradagur

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.

Einaferð um árið heldur Íverksetarahúsið Ársins Íverksetaradag, tá Íverksetarahúsið bjóðar inn til at heiðra føroyskari íverksetan.

Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivnað í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum.

Fastur táttur er at handa virðislønir – Granar – fyri íverksetan av ymiskum slag. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni.

Edward Fuglø hevur sniðgivið Granan. Granarnar á myndini hevur Óli Skarðenni gjørt úr mahogni og kopari.

FT Game Jam

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri spælmenning. Í stuttum snýr FT GameJam seg um at manna ein bólk upp á í mesta lagi 5 luttakarar við blandaðum førleikum, og menna eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar skulu til fyri at menna eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Luttakararnir fáa atgongd til millum annað eitt ljóð- og grafikkstudio, umframt hetta, fáa luttakararnir ráðgeving frá serkønum, sum verða til stuðla og vegleiða  undir tiltakinum.

Endamálið við FT GameJam er at kveikja áhugan fyri spælmenning, og skapa eitt grundarlag fyri, at vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi telduspælsvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

Temakvøld

Íverksetarahúsið skipar regluliga fyri temakvøldum har fari verður í dýpdina á  ymiskum evnum, t.d. bókhald, marknaðarføring á sosialu miðlunum osfv.  Íverksetar standa javnan við felags avbjóðingum, og vit halda tað verða upplagt at skapa eitt forum har høvi er at venda avbjóðingum, royndum og úrslitum við onnur í somu støðu. Soleiðis eru temakvøldini eitt gott høvi at skapa sær eitt netverk, at fáa eitt prát við líkasinnaði, fyrilestrahaldaran og sjálvandi við okkum í Íverksetarahúsinum

Tiltøkini eru ókeypis og øll eru vælkomin.