Um Íverksertarahúsið

Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Høvuðsvirksemið hjá Íverksetarahúsinum er, at veita almenna og ókeypis ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi.

Ætlar tú at byrja egna fyritøku hevur tú eisini møguleika at fáa innivist í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi saman við øðrum íverksetarum og lesandi, sum eisini húsast í Íverksetarahúsinum.

Hevur tú spurningar, brúk fyri sparring ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við okkum.

Íverksetarahúsið

Sigrun Jónsveinsdóttir

Sigrun Jónsveinsdóttir

Stjóri

Magni Thomsen

Magni Thomsen

Samskipari

Finn okkum her

adressa

Garðavegur 57,
FO 700 Klaksvík

Ring til okkum

+298 239501 / 239502

Send okkum ein teldupost

V-tal

FO567043