VIÐTØKUR FYRI GRUNNIN

ÍVERKSETARAHÚSIР

§1

Navn, heimstaður og virkisøki

Navn grunsins er Íverksetarahúsið, við heimstaði í Klaksvíkar Kommunu og bústaði á Garðavegi 57. Grunnurin virkar í øllum landinum.

§2

Endamál

Endamálið við hesum grunni er við vinnuligum netverkssamstarvi, ráðgeving, gransking og annað útbúgvingarligt innan íverksetan og nýhugsan, at reka skeið- og annað virksemi í hesum sambandi at skipa fyri útleigan av hølum til íverksetar, sum ætla at byrja egna fyritøku.

§3

Stovnsfæ, inntøkur og nýtsla

Ogn grunsins var við stovnanina eitt kontant innskot frá stovnaranum uppá 25.000,- DKK.

 §4

Grunnurin hevur heimild at móttaka gávur og stuðul til tess at fremja endamál grunsins frá privatum, stovnum, feløgum, virkjum og ráðum.

 §5

Ogn grunsins má ikki verða nýtt øðrvísi enn sambært grunsins endamáli, og skal tann parturin av avlopinum, sum ikki verður nýttur, sambært frammanfyri standandi reglum, leggjast afturat.

§6

Fráboðan

Tað verður við lýsing í miðlunum – eftir nevndarinnar avgerð –  kunnað, hvørt og nær tiltøk og ætlanir verða framdar, umframt vanlig kunning um virksemi grunsins.

§7

Nevnd

Grunnurin hevur eina trímanna nevnd, sum Vinnumálaráðið, Klaksvíkar Kommuna, og høvuðssponsorurin velja. Landsstýrismaðurin velur formannin millum hesi trý.

Eingin nevndarlimur kann sita longur enn í átta ár.

Løgtings – og kommunustýrislimir kunnu ikki verða vald í nevndina.

 §8

Nevnarformaðurin kallar inn til fund, og verður hesin hildin eftir hansara avgerð, ella tá ið ein av limunum ynskir hetta.

Eingin avgerð kann verða tikin á fundi, uttan so, at í minsta lagi tveir limir eru á fundi og atkvøða fyri.

Nevdin førir gerðabók yvir allar fundir og verður hendan undirskrivað av øllum, sum eru á fundi.

Nevndin hevur skyldu til at ansa eftir, at endamál grunsins verður framt samsvarandi lógum, semjum og samtyktum.

Til at seta í veð, krevst nevndarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av øllum nevndarlimunum og til at selja og keypa fastogn, krevst fundarsamtykt.

Nevndin hevur heimild at geva fulltrúarumboð, galdandi fyri eitt ár í senn.

Yvir grunsins inntøkur og útreiðslur verður at føra fullfíggja bókhald.

§9

Umsiting

Nevndin setur stjóra.

§10

Rokniskapur og grannskoðan

Rokniskaparárið er kalendaraárið.

Nevndin letur grannskoðara grunsins roknskapin í seinasta lagi 1. feburar at grannskoða, sum síðani innan 1. apríl letur nevndin hann aftur í grannskoðaðum líki.

Grannskoðarin verður valdur av nevndini fyri eitt ár í senn og skal hesin verða løggildur ella skrásettur.

 

§11

Tekningarreglur

Grunnurin verður yvir fyri triðjamanni bundin við undirskrift av tveimum nevndarlimum ella grunsins stjóra.

 §12

Vanligur ársfundur verður hildin á hvørjum ári áðrenn 1. Mai við hesi dagsskrá:

    1. Nevndarinnar val av orðstýrara at leiða fundin
    2. Frásøgn um virksemi grunsins í farna roknskaparári
    3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
    4. Val av grannskoðara
    5. Ymiskt

 §13

Nevndin boðar til ársfund við 14 daga freist við almennari fráboðan við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá fyri ársfundin.

Ársfundurin er almennur.

§14

Broyting

Til at samtykkja viðtøkur, ið miða ímóti broytingum av fealgssamtyktini krevst, at í minsta lagi 2 atkvøður eru fyri uppskotinum.

Broytingar í samtyktum fyri grunnin skulu góðkennast av Klaksvíkar Kommunu og Vinnumálaráðnum.

Endamál grunsins kann tó ikki broytast.

§15

Upploysan

Ein samd nevnd kan við samtykt frá Klaksvíkar Kommunu og Vinnumálaráðnum taka avgerð um at taka grunnin av, og verður avtøkustjórin valdur av nevndini.

Er fæ framvegis eftir, tá allir kravánarar hava fingið tað teimum tilkemur, verður restin at nýta og luta út, samsvarandi endamáls grunsins, og stílar avtøkustjórin fyri at stuðul verður veittur samsvarandi endamálinum.

Verður hetta ikki gjørligt eftir meting avtøkustjórans, verða ognir stovnsins at lata Klaksvíkar Kommunu, sum avgerð hvussu skal verða skipað fyri ognunum.

 §16

Soleiðis samtykt á stovandi aðalfundi tann 24. Mai 2007 við seinni broytingum á aðalfundi tann 5. Mars í 2009. Aftur broyttar á aðalfundi 9. mai 2018. Seinast broyttar á aðalfundi tann 26. mars 2021.