Her kanst tú fáa yvirlit yvir møguleikarnar fyri at søkja um stuðul til vinnufremjandi endamál. 

  • Vinnuframi – Allar vinnur
  • Visit Faroe Islands – Ferðavinna
  • Fiskivinnuroyndir – Fiskivinna
  • Granskingarráðið – Gransking og ráðgeving um Horizon 2020 (EU-stuðul)
  • NATA – Ferðavinna 
  • NORA – Allar vinnur
  • Nordic Innovation House – Allar vinnur
  • Nordic Innovation – Allar vinnur
  • Mentanargrunnurin – Mentan og list
  • Norðurlendskur mentanarstuðul – Mentan og list
    • Nordisk Kulturfond
    • Dansk-Færøsk Kulturfond
    • Nordisk Kulturkontakt
    • Norðurlandahúsið
  • Afturberingarskipanin til film – Film
  • Stuðulsskipanir undir Mentamálaráðnum – Mentan, film og list
  • FarLit – Bókmentir
  • Stuðul til menning á útoyggj – Allar vinnur
  • Skipasmiðjustuðul  – Skipasmíð
  • Búagrunnurin – Allar vinnur

Niðanfyri er stutt lýsing av stuðulskipanunum og leinki til meira kunning og leiðbeining.  

Vinnuframi

Søkjast kann um stuðul átta til níggju ferðir um árið.

“Endamálið hjá Vinnuframa er at stuðla tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.

Vinnuframi veitir ikki stuðul til vanligan rakstur og íløgur, uttan so, at íløgan er avgerandi partur av menningini av nýggjum vinnuvegum, ið ikki eru kappingaravlagandi. 

Tøki peningurin til stuðulsjáttanir eru árligu játtanirnar á fíggjarløgtingslógini, inntøkurnar hjá grunninum og ársúrslitið hjá grunninum frá undanfarnum ári”.

Vinnuframi hevur tríggjar stuðulsskipanir: Ráðgeving, Søla og Menning.

Les meira her

Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands er til reiðar at geva íverksetum sparring og vegleiðing í samband við ætlanir um at byrja nýggjar ferðavinnuverkætlanir. Tað gera vit nógv av og vit hava eitt nokkso gott yvirlit yvir, hvat rørir seg, hvør eftirspurningurin er og eisini, hvat slag av ferðavinnu vit fegin vilja menna. 

Snýr tað seg annars um almennar hentleikar kring tilboðini, sum til dømis skelting, gøtur og annað, er eisini møguligt at tosa við okkum og/ella lokalu kunningarsovuna um tað.

Les meira her

Fiskivinnuroyndir

Søkjast kann um stuðul eina til tvær ferðir um árið. 

“Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum”. Fiskivinnugransking.

 Les meira her

Granskingarráðið

Søkjast kann um stuðul eina ferð um árið. Í mong ár hevur umsóknarfreistin verið 15. februar. 

“Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking. 

Granskingarráðið hevur tvey høvuðsarbeiðsøki:
At ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum
At umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking og menning

Granskingargrunnurin skal vera virkin fyri, at granskingarførleikin mennist, eitt nú við at stuðla ph.d. lestri og øðrum vísindaligum útbúgvingum eftir kandidatstigi. Eisini skal grunnurin stuðla granskingarætlanum, bæði tá tað snýr seg um grundgransking og endamálsgransking. Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. 

Grunnurin skal skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking og menning – bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið”.

Les meira her

NORA – Norrønt Atlantssamstarv

Søkjast kann um stuðul tvær ferðir um árið, vanliga í mai og í oktober.

NORA játtar stuðul til samstarvsverkætlanir, har í minsta lagi tvey av teimum fýra NORA-londunum (Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg) eru við. Felags fyri ætlanirnar er, at tær skulu vera í samsvari við aðalmálið hjá felagsskapinum: At skapa eitt sterkt og máttmikið norðuratlantiskt øki, ið er eyðkent av einum sterkum og burðardyggum búskapi. Øll – fyritøkur, almennir stovnar, privat o.o. – kunnu søkja.

NORA kann veita stuðul bæði til verkætlanir, ið taka eitt ár, og verkætlanir, ið taka trý ár við í mesta lagi 500.000 kr. um árið, har hámarkið er 1,5 mió. kr. fyri alt tíðarskeiðið. Umsóknir til verkætlanir skulu vera tilætlaðar og raðfestar í høvuðsøkjunum hjá NORA, ið eru lýst í Verkætlanarskránni 2021-2024.

Les meira her

NATA – Nordic Tourist Association

Søkjast kann um stuðul tvær ferðir um árið, vanliga í februar og í september.

NATA veitir stuðul til verkætlanir, sum fremja ferðavinnusamstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar.

Øll í økinum kunnu søkja um stuðul frá NATA, bæði einstaklingar, felagsskapir og fyritøkur. Stuðul verður veittur innan hesi bæði økini:

  • Ferðavinnumenning og marknaðarføring
  • Ferðastuðul til skúlar, ítróttar- og mentanarferðir

Les meira her

Nordic Innovation House

“Innovation House is a unique Nordic collaboration between Denmark, Sweden, Norway, Finland and Iceland. We are a bridge connecting the cold corners of the globe with the main hotspots around the world.

With backing from Nordic Innovation and the Nordic Council of Ministers, we bring Nordic entrepreneurship, values, and our way of doing business to the global innovation ecosystem.

We bring together the most innovative entrepreneurs, all working to connect the dots – and getting connected. We offer an extended hand to help making yesterday’s problems tomorrow’s billion-dollar solution” Innovation House.

Les meira her 

Nordic Innovation

Nordic Innovation veitir stuðul til norðurlendskar samstarvsverkætlanir fyri at stimbra nýskapan í Norðurlendska landspartinum, og arbeiðir fyri at betra um karmarnar fyri norðurlendskir marknaðir og útflutningsmøguleikar.

Nordic Innovation ynskir, at Norðurlendski landsparturin skal verða ruskfríur, slóðbrótandi innan umhvørvisvinarligt flytføri (mobilitet) og leiðandi innan skynsaman (smart) og burðardyggan vøkstur.

Les meira her: 

Nordic Innovation Houses
Nordic Innovation houses eru íverksetarahús, sum millum annað bjóða innivist, ráðgeving og netverk til nýskapandi norðurlendskir íverksetarar og fyritøkur, sum ynskja at vaksa á altjóða marknaðinum. Í løtuni eru Innovation Houses í Silicon Valley, New York, Singapore, Hong Kong og Tokyo. Nordic Innovation Houses eru sjálvstøðug íverksetarahús, ið partvís eru stuðlaði av Nordic Innovation í samband við stovnan.    

Les meira her:

Mentanargrunnurin

Søkjast kann um stuðul tríggjar til fýra ferðir um árið.

“Endamál grunsins er at styrkja størv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum.
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir”.

Les meira her

Norðurlendskur mentanarstuðul

Aðrir mentanarligir stuðulsmøguleikar eru uttanlands; millum annað í Nordisk Kulturfond, Dansk-Færøsk Kulturfond og Norðurlandaráðnum (Nordisk Ministerråd) gjøgnum Nordisk kulturkontakt.

Nordisk Kulturfond
Søkjast kann um stuðul tríggjar ferðir um árið.

“Søkt kann verða um stuðul úr norðurlendska mentanargrunninum Nordisk Kulturfond. Grunnurin er ein norðurlendskur samstarvsstovnur, hvørs uppgáva er at stuðla mentanarsamstarvi millum norðurlondini.

Grunnurin fevnir breitt um mentan og list og er bæði fyri yrkislærd og leik. Grunnurin veitir stuðul til tiltøk, sum eru sermerkt av góðsku framskygni, atkomuligheit og ymiskleika, og sum eru mennandi fyri bæði siðbundnar og nýggjar arbeiðshættir.

Stuðul verður veittur til t.d. ráðstevnur, konsertir, ferðir/rundferðir, framsýningar, festivalar og granskingar- og útbúgvingarverkætlanir. Verkætlanir kunnu bæði vera í ella uttan fyri Norðurlond”.

Nordisk Kulturfond letur árliga uml. 29 mió. kr. í stuðli.

Les meira her

Dansk-Færøsk Kulturfond
Søkjast kann eina ferð um árið.

“Søkt kann verða um stuðul úr Dansk-Færøsk Kulturfond til ymisk mentanarendamál.

Dansk-Færøsk Kulturfond varð settur á stovn í 1951 sbrt. avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri.

Grunnurin er grundaður á afturgjalding av lánum, sum statskassin veitti føroyingum, sum av lestrarávum ella øðrum ávum búðu í Danmark undir seinna heimsbardaga, tá sambandið millum Føroyar og Danmark varð kvett. Grunnurin hevur síðan fingið meir pening, og fæið er í dag uml. 5 mió. kr.

Grundarlagið undir grunninum er ein reglugerð frá 1955. Sbrt. reglugerðini er endamál grunsins at fremja ”andliga sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum”. Í hesum liggur mentanarflutningur í breiðari merking millum Føroyar og Danmark og eisini millum Føroyar og Grønland”.

Les meira her

Nordisk Kulturkontakt 
Veitir stuðul til list, mál og mentan. Dentur verður lagdur á netverk, flytføri, listabústaðir, arbeiði við børnum og ungum.

Les meira her

Kunning kann eisini fáast við at venda sær til Norðurlandahúsið.

Norðurlandahúsið
“Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er fyrst og fremst at miðla norðurlendska mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond. Norðurlandahúsið skal harumframt stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi við føroysk mentanarfólk.

Norðurlandahúsið í Føroyum skal vera amboð og verkstaður fyri nýskapandi fyritaksemi, sum styrkir Norðurlond og Føroyar í alheimsgerðini. Húsið skal eisini samstarva við føroyska ferðavinnu og føroyskt vinnulív til tess at fremja ráðstevnu- og fundarvirksemi í Norðurlandahúsinum og í Føroyum.

Eisini skal Norðurlandahúsið í Føroyum vera opið fyri nýggjum uppgávum, sum hava støði í raðfestingum hjá Ráðharraráði Norðurlanda. Les meir um Norðurlandahúsið á heimasíðu húsins”, Norðurlandahúsið.

Les meira her

Afturberingarskipanin til film

Í desember 2017 varð lógin um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum samtykt. 

Lógin kann finnast her

Filmhúsið varðar av umsóknum um stuðul. 

Les meira her

Stuðulsskipanir undir Mentamálaráðnum til mentan, film og list 

Mentanarlig tiltøk
Á fíggjarlógini verður peningur settur av til mentan og list, ið Mentamálaráðið umsitur. Lýst verður við stuðulsmøguleikunum umleið 1. februar við umsóknarfreist 15. mars á hvørjum ári.

Stuðul til myndlistafólk
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving, kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.

Tá stuðul verður játtaður, verður raðfest í fyrstu atløgu at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið.

Stuðul til film
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til film. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir søgu- og hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Umsóknarfreistirnar eru 1. februar og 1. september.

Yrkisleiklist
Sambært lógini um Tjóðpall Føroya er ein serlig játtan til yrkisleik. Lýst verður vanliga í oktober við umsóknarfreist miðjan november. Umsóknirnar skulu sendast Mentamálaráðnum, meðan tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðulsveitingarnar. 

Áhugaleikur
Peningur er settur av á fíggjarlógini til áhugaleik. Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) umsitur henda stuðul.

Loftbrúgv til listafólk 
Loftbrúgv til listafólk er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. Les meir um stuðulsskipanina og finn umsóknarblað her: www.loftbrugv.fo. 

Barna- og ungdómsarbeiði
Mentamálaráðið umsitur 15% av veddingarpengunum, sum verða nýttir til barna- og ungdómsarbeiði. Til ber at søkja um stuðul av hesi játtan til tiltøk til børn og ung, tá ið lýst verður umleið 1. februar við umsóknarfreist 15. apríl.

Rakstrarstuðul
Mentamálaráðið letur eisini rakstrarstuðul til ymisk listarlig og mentanarlig meginfeløg at røkja áhugamál limanna.

Nevnast kunnu Listafólkasamband Føroya (LISA), Sláið Ring, Føroya Ungdómsráð (FUR), Kórsamband Føroya og Føroya Konsertfelag. Eisini stovnar og onnur fáa stuðul, t.d. Føroyahúsið í Keypmannahavn og Føroya Symfoniorkestur.

Vitja heimasíðuna hjá Mentamálaráðnum á www.mmr.fo

FarLit 

FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum við tí endamálinum at fáa upprunaføroyskar bókmentir týddar og útgivnar á øðrum málum. Hetta verður gjørt við kunning um bókaútgávur umvegis heimasíðu og sosialu miðlum og við luttøku á bókamessum og øðrum bókmentanarligum tiltøkum.

FarLit samstarvar við systurstovnarnar í hinum norðurlondunum, Nordlit, og umsitir eina játtan frá Norðurlandaráðnum til stuðul til týðingar til onnur norðurlendsk mál. Harumframt hevur FarLit júst fingið eina játtan at stuðla týðingum til onnur mál enn tey norðurlendsku.

FarLit samskiftir við útlendsk forløg, ið hava áhuga at týða og útgeva bøkur eftir føroyskar rithøvundar. FarLit samstarvar við føroysk forløg, rithøvdundafelagið, føroyskar rithøvundar o.o. í sambandi við bókamessur og bókmentanarlig tiltøk her heima og í útlondum. 

Les meira her

Stuðul til menning á útoyggj

Søkjast kann um stuðul eina ferð um árið.

“Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er upp á 1,1 mió. kr.”.

 Les meira her

Skipasmiðjustuðul

Søkjast kann um stuðul alt árið. 

Sambært løgtingslóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.

Føroyskar skipa- og bátasmiðjur og onnur kunnu søkja Vinnuframa, ið umsitur stuðul til skipasmiðjur, um stuðul at byggja og umbyggja skip, bátar og aðrar flótandi eindir.

Umsókn um stuðul skal sendast Vinnuframa á serligum umsóknarblaði, hjáløgd neyðug fylgiskjøl.

Umsókn skal verða send Vinnuframa áðrenn farið verður at byggja.

Búagrunnurin

 Søkjast kann um stuðul eina ferð um árið.

Búagrunnurin hevur til endamáls at stuðla føroyskum vinnulívi, serliga fiskivinnuni.

Grunnurin er skipaður við viðtøkum, góðkendar av Forsætismálaráðnum í 1952, og teir fimm nevndarlimirnir verða valdir sambært hesum viðtøkum. Aðalstjóri Umhvørvis- og vinnumálaráðsins er formaður grunsins og stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum er næstformaður. Hinir limirnir verða valdir av landsstýrismanninum.

Les meira her 

Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving ella íblástur. Vit hjálpa fegin.