Týsdagin 16. juni hevur Fjarnám opið hús í Íverksetarahúsinum á Garðavegi 57 í Klaksvík. Øll við áhuga í fjarlestri og førleikamenning eru hjartaliga vælkomin. Kl. 11 og 14 tosar Deirdre Hansen um møguleikarnar, sum tú hevur við fjarlestri og førleikamenning.
Fjarnám opið hús heldur á til kl. 20:00.