ÓKEYPIS TILTAK VIÐ CASPER BLOM OG MARTIN LARSEN
Hóskvøldið 21. september kl. 19 bjóða Íverksetarahúsið og Føroya Tele inn til eitt kveikjandi tiltak í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Á skránni eru framløgur við kendu donsku íverksetarunum Casper Blom og Martin Larsen.
Casper Blom – Iværksætter byrjaði sín egna nethandil sum 12 ára gamal og hevur síðani verið við til at stovna fleiri fyritøkur. Í dag er hann eigari og sameigari av millum annað SOUNDBOKS, ChiliSecurity.dk og Domino’s Pizza – Danmark.
Martin Larsen er CEO og sameigari í Chili Security og hevur millum annað verið við til at stovna Just Eat í Svøríki.
Teir báðir fara at fortelja sínar søgur og greiða frá royndum teirra at byggja upp og reka egna fyritøku.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin