Í dag hava vit havt vitjan av Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, her í Íverksetarahúsinum. Hetta í samband við, at vit hava bjóða øllum valevnum til eitt prát um íverksetan.
Vit fegnast um vitjanina og høvið at umrøða samfelagsliga týdningin av at seta íverksetan á skránna um alt landið.
Milllum annað hevur Íverksetarahúsið sum part av sínum virksemi, at skipa fyri íverksetan í fólkaskúlanum. Eitt sera týdningarmikið arbeiði og samstundis ein alneyðug íløga í okkara ungdóm. Síðani 2010 hevur Íverksetarahúsið skipað fyri skeiðum fyri lærararum í íverksetan, undirvísingarátøkum og íverksetarakappingini SkúlaFM millum fólkaskúlar við framhaldsdeild.Í ár fara vit eisini at seta størri fokus á 5 -7 flokk.
Hava vit fokus á íverksetan í fólkaskúlanum, ganga vit einari bjartari framtíð á møti, tí Føroyar hava av sonnum tørv á dugnaligum og virkisfúsum íverksetarum fyri at skapa nýtt virksemi, nýggj arbeiðspláss og nýggjar inntøkur í Føroyum.
Tí fegnast vit eisini um at hoyra okkara politikarar tosa so jaliga um íverksetan í Føroyum.