Byrja endan av vikuni við einum góðum morgunmati, samstundis sum tú hoyrir tað nýggjasta úr føroyska KT umhvørvinum – alt upp á ein tíma!
Komandi tíðina fer Íverksetarahúsið, at varpa ljós á eitt ávíst vinnuligt øki. Serligur dentur verður lagdur á, at fáa innlit í tað nýggjasta, sum rørir seg innan ávísu vinnuna.
Hesa fyrstuferðina, sum verður fríggjamorgunin 31.mars, verður sjóneykan sett á KT í Føroyum. Ein vinna, sum nú tykist hava fingið bæði heimligan og altjóða vind í seglini!
Hetta er sjálvsagt at gleðast um, men hvat rørir seg veruliga í KT vinnuni? Hvussu langt eru fyritøkurnar komnar? Og hvat krevst, um føroysku KT loysnirnar skulu røkka útum landoddarnar?
Hesa fyrstuferðina tiltakið verður, fara vit at hoyra frá fyritøkunum Minteo, Nemlia og um stóra altjóða tiltakið TONIK, sum verður 12.maj í ár í Føroyum.
Skráin:
Kl.09.00 – 09.30 Kondittarí Marietta borðreiðir við morgunbollum
Kl.09.30 – 09.40 Minteo
Kl.09.40 – 09.50 TONIK
Kl.09.50 – 10.00 Nemlia
Við nýggja hugtakinum 9/10 (níggju-tíggju), verður skjøtul settur á tiltakið, sum verður ein afturvendandi táttur hjá Íverksetarahúsinum.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Tað gert tú her.
Seinasta tilmeldingarfreist er mikudagin 29.mars kl.12.00.
