Kom til opið hús í Íverksetarahúsinum týsdagin 17. februar kl. 15.00–18.00.
Á skránni verður ein góður drekkamunnur og fýra stuttar, spennandi framløgur frá nøkrum av íverksetarunum, sum húsast í Íverksetarahúsinum. Framløgurnar byrja klokkan 16:00.
Íverksetararnir fara m.a. at greiða frá:
- Síni bakgrund
- Hvat tey arbeiða við til dagligt
- Hvat tær tænastur og loysnir tey bjóða
Tey, sum hava framløgur, eru:
Dávið Klein Sundsskarð, Sólgerð Andreassen, Martin Rauff Dahl og Elin Neshamar Olsen.
Eftir framløgurnar verður netverkan og høvi at práta við íverksetararnar í hugnaligum umhvørvi.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!
