Aðalfundur verið í Íverksetarahúsinum

Íverksetarahúsið

j

27/03/2021

Fríggjadagin tann 26. mars. 2021 varð ársaðalfundurin hildin í Íverksetarahúsinum.

Fundurin byrjaði við at bjóða tí nýggja nevdnarliminum, Nikolas Olsen, vælkomnum í nevndina. Nikolas er komin í nevndina fyri Klaksvíkar Kommunu. Í nevndini eru; Rannvá Troest forkvinna, Eva Skeel Nolsø og Nikolas Olsen.

Rannvá Troest, forkvinna, greiddi frá farna árið. Í formansfrágreiðingini bleiv millum annað lagdur dentur á ráðleggingarætlanina, ið varð løgd fyri árið 2020, og hvussu væl tað hevði eydnast at rokki málunum, ið vórðu sett. Annars var árið merkt av Covid 19, sum millum annað hevði við sær at nógv av føstu tiltøkunum máttu endurhugsast og gerast netborin. 

Eftir formansfrágreiðingina greiddi Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri, frá virkseminum í 2020. Sigrun legði, eins og forkvinnan, dent á at virksemið í 2020 hevur verið nógv merkt av Korona, og at Íverksetarahúsið hevur verið ein virkin samstarvsfelagi í menningini av hjálparpakkunum til íverksetarnar í farna árinum. Í 2020 hevur Íverksetarahúsið skipað fyri umleið 30 tiløkum, herundir skeiðum og fyrilestrum, og hava hesi tiltøk í størri mun enn áður verið netborin. Greitt varð eisini frá hvørji nýggj samstørv blivu knýtt í 2020.

Eitt av høvuðmálinum tey seinastu árini hevur verið at fáa fleiri íverksetarar inn í húsið, og hetta hevur eydnast væl. Fleiri íverksetarar hava fingið sær fast innivist í Íverksetarahúsinum. Tað hevur samstundis eisini eydnast væl at nýhugsa afturvendandi tiltøkini. Nevndin og leiðslan ynskja í felag at byggja víðari uppá tær royndir, tey hava gjørt í 2020.

At enda varð góða gongdin hjá hópfíggingarportalinum umrødd, og avgjørt bleiv at halda áfram við at víðarimenna portalin.

Á myndini, frá vinstru: Nikolas Olsen, Rannvá Troest, Magni Thomsen, Eva Skeel Nolsø og Sigrun Jónsveinsdóttir.