Ársins Íverksetaradagur 2020

Íverksetarahúsið

j

12/10/2020

Hósdagin 15.oktober klokkan 13:00 bjóðar Íverksetarahúsið inn til árliga dagin, har vit seta fokus á og heiðra føroyska íverksetan, sum í ár, vegna covid 19, verður stroymdur.

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins íverkseti 2020 funnin og latin eina heiðursløn, Granan. Tað verður Løgmaður Bárður á Steig Nielsen, sum kemur at kunngerða vinnarin.

Umframt at Ársins Íverkseti 2020 verður kunngjørdur, er ymiskt annað spennandi á skránni. Vanliga er tað landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, ið setur dagin, men av tí at dagurin verður hildin eitt sindur ørðvísi í ár, hava vit í staðin valt at sett sitandi landstýrismanni Helga Abrahamsen nakrar spurningar um íverksetan. Harumframt fara vit at fáa nakrar hugleiðingar um íverksetan frá Per Zachariassen. Per er sjónvarpsframleiðari, íleggjari og íverkseti við nógvum altjóða royndum, og skuldi hann eftir ætlan vera høvuðstalari til Ársins Íverksetaradag í ár. Aftrat hesum verður ein samrøða við vinnaran, har hugleitt verður um íverksetan og hvussu dreymurin um at byrja sítt egna virksemi er komin til veruleika.