Hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi í 2023?
Tað finna vit útav, tá vit fara at heiðra Ársins Íverkseta á Ársins Íverksetaradegi fríggjadagin 20. oktobur 2023 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.
Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og fær eina heiðursløn, Granan.
Frá vinnuspíra til rótfesti á altjóða marknaðinum. Í ár fara vit at hoyra frá ymsum íverksetum og vinnufyritøkum, um hvar tey eru á leiðini at fóta sær á marknaðinum. Í tí sambandi verða nakrir áhugaverdir fyrilestrar frá fólki úr føroysku vinnuni, ið hava stórar visónir, vunnið á stórum avbjóðingum og eisini havt stóra framgongd.
Á skránni verður millum annað fyrilestur við Ólavi Gregersen, sum er stjóri í Ocean Rainforest og ein av stovnarunum. Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við taraaling og hevur nógvar spennandi ætlanir fyri framman, herímillum at byggja eitt nýtt virki í Gøtu. Hesum og ymiskum øðrum, fer Ólavur at greiða nærri frá.
Dávid á Rógvi Isaksen er stjóri í fyritøkuni A4, ið hann stovnaði í 2016, bert 21 ára gamal. Frá lítlum innkeypi í tíð og ótíð, er A4 vaksin til eina fyritøku, sum dag og dagliga samstarvar við alla vinnuna. Dávid hevur seinastu árini sum íverkseti roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur upplivað bæði viðgongd og mótgongd. Dávid fer millum annað at greiða frá síni ferð sum íverkseti, og hvat hetta hevur lært hann.
Harumframt fer Leif Johannesen frá fyritøkuni GroAqua at halda ein fyrilestur. GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Pólandi og Danmark. Í 2022 var meira enn helmingurin av umsetninginum frá sølu uttanfyri Føroyar, og loysnir hjá GroAqua verða brúktar av alarum kring allan heim. Leif fer millum annað at greiða frá, hvussu fyritøkan hevur megnað at fara frá føroyska marknaðinum til at gera seg galdandi á altjóða marknaðinum.
Tiltakið verður fríggjadagin 20. oktobur 2023 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði frá kl. 13.00 til 15.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Tó er neyðugt at tekna seg
Melda til tiltakið her:
Skrá:
13:00: Magni Thomsen, Virkandi stjóri í Íverksetarahúsinum bjóðar vælkomin
13:05: Umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið setur dagin
13:15: Dávur Juul, Borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu ber fram røðu
13:25: Leif Johannesen, Menningarleiðar – GroAqua
-Vegurin til burðardyggan vøkstur á altjóða marknaðinum
13:50: Dávid á Rógvi Isaksen – Stjóri A4
-Mín ferð sum íverkseti
14:15: STEÐGUR VIÐ KAFFI OG ONKRUM SØTUM
14:45: Ólavur Gregersen, Stjóri/stovnari – Ocean Rainforest
-Føroysk taraaling sum altjóða fyrimynd.
15:15: Ársins Íverkseti 2023 verður avdúkaður
-Løgmaður Aksel V. Johannesen handar Granan til Ársins Íverkseta
15:30: Íverksetarahúsið takkar fyri dagin og bjóðar til netverkan og ábit