At standa saman

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Herfyri fekk eg tann møguleika at luttaka á einum skeiði, har ungir leiðarar við succes luttóku. Í hesum sambandi fall mær í hug, hvørjir eginleikar ella handlingsmátar hesi ungu ambisiøsu fólk mundu hava til felags, og um hetta kundi spreiðast, soleiðis at onnur kundu læra av teimum.

At eygleiða hesar íverksetar var sera áhugavert, og var felagsnevnarin heilt víst sterka trúgvin uppá fyritøkuna, projektið og produktið sum heild. Harafturat vóru tey tilvitaði um týdningin av arbeiðsmorali, orku, ágrýdni og vilja fyri øll í fyritøkuni.
Tað var serliga eitt sum eg hefti meg við, nevniliga hvussu heilhjartað hesu ungu vóru, og hvussu høgt tey gingu uppí at øll hálaðu sama veg í fyritøku teirra. Hetta var gjørt soleiðis, at hvør einstakur sum arbeiddi í fyritøkuni visti júst hvønn týdning hann ella hon hevði fyri virkið og heildina. Hetta er við til at skapa eitt energist og jaligt umhvørvi, har øll kenna seg týdingarmikil, og sum part av einum neyðugum liði í ketuni og kemur innsatsurin hareftir aloftast týðiliga til sjóndar.

Latið slagorðið hesa vikuna verða: Standið saman..

A leader is someone that will make me go places I would never go alone. Joel Barker
Kelda: Keys2passion

X