Áttinda og seinasta startup á hesum sinni

Íverksetarahúsið

j

18/09/2014

_dsc0979

Áttanda og seinasta startup vikuskifti, í rundferðini hjá Íverksetarahúsinum, verður á bókasavninum við Løkin vikuskiftið 26. til 28. september.

Startup Skálafjørðin verður fyriskipað í góðum samstarvi við kommunurnar við Skálafjørðin, bókasavnið við Løkin og Vinnuframa sum letur ein ráðgevingarpakka við virði á kr. 50.000,-.

Vil tú læra hvussu tú stovnar eina suksé fyritøku uppá einans eitt vikuskifti? Skeiðið er ætlað øllum teimum sum hava áhuga fyri íverksetan, teimum sum ynskja at fáa nøkur amboð hvussu arbeitt verður við einum hugskoti, men sanniliga eisini teimum ið longu hava eina fyritøku sum ynskja menning og vøkstur.

Skeiðið er ókeypis og Íverksetarahúsið bjóðar morgunmat, frokost og kaffi báðar skeiðsdagarnar. Kom við á Startup Skálafjørðin skeið, har vit saman við mentorum og vinnulívsfólkum arbeiða við nýggjum og spennandi handilshugskotum.

Vit fara til verka í góðu hølunum hjá bókasavninum við Løkin fríggjakvøldið 26. september kl. 17:00 og koyra ahead til sunnudagin 28. september kl. 17:00, tá úrslitini verða løgd fram fyri einum væl uppløgdum dómarapaneli.

Hvat fært tú burturúr?

  • Ein einastandandi møguleika at vera við til at realisera eitt hugskot
  • Eitt intensivt vikuskifti saman við øðrum, við somu avbjóðingum og áhuga, sum tú
  • Eitt vikuskifti, fylt við góðari íverksetaraorku saman við inspirerandi mentorum
  • Eitt supergott amboð at arbeiða víðari við
  • Ein einastandandi møguleika at vinna ein ráðgevingapakka á 50.000 kr. frá Vinnuframa

Startup vikuskiftini hava ferðast runt um í Føroyum og eisini verið ein túr í Keypmannahavn undir átakinum Startup Føroyar. Tiltøkini hava verið sera væl eydnaði, og hugskotsríkidømið trýtir ikki í Føroyum. Startup Skálafjørðurin verður áttanda og seinasta tiltakið í røðini hjá Startup Føroyar á hesum sinni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected] ella við at ringja á tlf. 459700.

X