Beinta Festirstein

Íverksetarahúsið

j

13/04/2015

BeintaFestirstein

Á Kvinnur Megna verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Ymiskar vinnulívskvinnur fara at greiða frá sínum royndum við íverksetan, sølu og lønandi rakstri.

Vit hoyra frá Beintu Festirstein, sum hevur bundið og sniðgivið síðani hon var smágenta, og sum í dag er stjóri í egnari fyritøku ‘Sniálvsdóttir’.

Sniálvsdóttir er eitt føroyskt klædnamerki, sum ger hondbundnar vørur úr føroyskari ull. Beinta sniðgevur pløggini, ið verða bundin við hond av bindikonum kring landið. Fyri Beintu er tað umráðandi at pløggini eru bæði burðardygg og bundin lokalt.

Í fjør læt Sniálvsdóttir ein handil upp í miðbýnum í Havn og er longu nú á veg út á stóru altjóða mótamarknaðirnar. Eftirspurningurin eftir hondbundnu vørunum uttanlands hevur verið vaksandi og miðar fyritøkan eftir at verða heimskend um nøkur ár.

Hoyrið meiri um Beintu fríggjadagin 17. apríl kl 13:00 í Østrøm.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.