FÍGGING
Fígging er ein týdningarmikil partur av byrjanini.
Íverksetarar kenna tað væl. Tá ein situr og arbeiðir við sínum hugskoti og er í ferð við at byrja eina nýggja fyritøku. Tað er ofta ein avbjóðing, og hvar skalt tú leita tær fígging.
Tey flestu hugsa helst um bankan. Men tað er ikki altið her tú skal fara fyrst. Tann besta trygdin ein banki kann fáa, er at fyritøkan er før fyri at gjalda skuldina aftur. Hesa trygdina kanst tú ikki altíð geva í byrjanini av tínum virksemi, tá tað ræður um at fáa selt tína fyrstu vøru og byggja ein marknað upp. Tú hevur ikki nakað at gjalda aftur við, fyrr enn tú hevur inntøkur av tínum vørum ella tænastum.
Hvørjir aðrir møguleikar eru so hjá íverksetarum í byrjanini av sínum virksemi?
Ein kann søkja um stuðul frá Vinnugrunnum ella lán frá íløgufeløgum, sum trúgva uppá verkætlanina og eru sinnaði at taka ein størri váða enn bankin.
Ein annar møguleiki er eisini, at arbeiða hart og vinna eitt sindur av peningi við síðuna av. Ein týdningarmikil partur er eisini eginfígging. Hetta merkir, at tú sum íverksetari sjálvur hevur spart eitt sindur av pengum saman. Hetta viðførir, at tú hevur minni brúk fyri aðrari fígging. Haraftrat er eginfígging eitt gott tekin, tá tú skal søkja íløgufeløg ella bankar um írestandi fíggingina.
Her kanst tú fáa yvirlit yvir møguleikarnar fyri at søkja um íløgufígging og lán til vinnufremjandi endamál.
- Framtak
- Føroyagrunnurin frá 1971
- Norðoyar Íløgufelag
- Royndin
- Útnorðurgrunnurin/Vestnordenfonden
Niðanfyri er stutt lýsing av grunnunum og leinkjur til meira kunning og leiðbeining.
Framtak
Partapening
“Framtak (Framtaksgrunnurin) kann bæði vera við í teim størri og minni íløgunum. Íløgur, sum grunnurin er við í, skulu vera grundaðar á marknaðartreytir. Støddin á íløguni er í hvørjum einstøkum føri tengd at íløgutørvi, vága og íløguhuganum hjá øðrum íleggjarum og fíggjarstovnum. Hetta er umráðandi fyri at verkætlanin fær eina góða javnvág og bestu vakstrarmøguleikarnar.
Vit gera íløgur í verandi virkir, men eisini í nýggjar innovativar fyritøkur, sum hava víst nøkur góð úrslit. Framtak ger helst íløgur í verkætlanir har góður møguleiki eru fyri vøkstri á marknaði uttanlands. Hetta kann gera seg galdandi, bæði tá talan er um stovnan av nýggjari fyritøku, og tá eldri fyritøkur ganga nýggjar leiðir og víðka um virksemið.
Vit gera helst íløgu í fyritøkur, sum hava eina liðugt menta vøru og sum hava nátt eina merkbara marknaðarstøðu á einum ávísum marknaði. Tó kunnu vit eisini vera við, um talan er um eitt produkt ella tænastu, har menningin er við at vera liðug, so vøran er nærum klár at vera innførd á marknaðin.
Virkisætlanin fyri tykkara virksemi er eitt sera týdningarmikið amboð í samskiftinum millum okkum. Tí eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, har vit fáa samskift um virkisætlanina. Hetta verður sjálvandi viðgjørt í trúnaði”, Framtak.
Ábyrgdarlán
“Vit hava eisini møguleikan fyri at veita ábyrgdarlán.Hevur tú trupulleika við at fáa økt um størri fígging frá fíggjarstovnum, tí eginfíggingin er lutfalsliga lítil, kann eitt ábyrgdarlán møguliga vera ein loysn.
Ábyrgdarlánið kann styrkja soliditetin. Ábyrgdarlánini standa aftanfyri aðra lániskuld í felagnum, men frammanfyri partapeningin.
Ábyrgdarlánið verður, mótsatt vanligum lánum, veitt uttan trygd”, Framtak.
Les meira her
Føroyagrunnurin frá 1971
Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls at eiga partapening í JFK og øðrum fyritøkum. Somuleiðis hevur grunnurin til endamáls at brúka part av rentuinntøkunum til stuðul til lesandi innan fiskivinnuna.
Adressan er: Føroyagrunnurin frá 1971, Postboks 58, FO-700 Klaksvík.
Les meira her
Norðoya Íløgufelag
Norðya Íløgufelag er íløgufelag, sum Føroyagrunnurin frá 1971 eigur og rekur. Endamálið er at seta framtakspening í fyritøkur, ið hava útlit fyri munagóðum avkasti.
Adressan er: Norðoya Íløgufelag, Postboks 158, FO-700 Klaksvík.
Les meira her
Royndin
“Sum partur av langtíðaríløgunum hjá LÍV varð íløgufelagið P/F Royndin sett á stovn í 2005.
Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga og samstundis stimbra føroyskum fyritøkum at mennast og vaksa. Íløgurnar hjá felagnum verða í høvuðsheitum gjørdar í partabrøv í fyritøkum, ið byggja á frambrot og nýggja tøkni. Hesin parturin av íløguvirkseminum hjá LÍV er lagdur í eitt sjálvstøðugt felag fyri at fáa ein greiðan skilnað millum virksemið hjá LÍV og virksemið hjá íløgufelagnum P/F Royndini”, Royndin.
Les meira her
Útnorðurgrunnurin/Vestnordenfonden
“Endamálið hja Útnorðurgrunninum, den nordiske udviklingsfond for Vestnorden, er at fremja menningina av einum fjøtáttaðum kappingarførum vinnulívið í Útnorður við at veita lán, tilskot og stilla garantiir fyri verkætlanum sum hava tilknýti til ella eru til fyrimuns fyri smáar og millumstórar fyritøkur.
Lán, tilskot og garantiir kunnu veitast fyritøkum í Íslandi, um talan er um veruligar samstarvsverkætlanir millium hesar og fyritøkur í Føroyum og Grønlandi.
Í hesum sambandi skal Útnorðurgrunnurin hjálpa við tí ídnaðarligu og tøkniligu samstarvinum innanfyri Útnorður og millum Útnorður og Norðanlond annars”, Útnorðurgrunnurin.
Les meira her
Hópfígging
Ein alternativur háttur at fáa fígging er Hópfígging.
Umvegis Hópfígging er tað møguligt at fáa fíggjarligan stuðul til tína værkætlan, uttan at fara ígjøgnum ta vanligu, og til tíðir truplu mannagongdina við at lána pening í bankanum ella søkja stuðul frá ymsum aktørum.
Við Hópfígging ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða, ígjøgnum smærri mongdir av kapitali frá fleiri íleggjarum/stuðlum. Við hópfígging er møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlanunum sum fangar teirra áhuga.
Hópfígging virkar soleiðis, at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan, er vælkomin at leggja sítt hugskot út á hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan. Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr. Harumframt verður tað lætt og ómakaleyst at deila verkætlanina á teimum sosialu miðlunum.
Hevur tú eina verkætlan ið tørvar fígging, so er hópfígging kanska nakað fyri teg. Les meira her um Hópfígging her
Ynskir tú meira kunning um, hvussu tú kanst fáa tína verkætlan á hópfíggingarportalin, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hópfígging her
Ynskir tú meira kunning um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit hjálpa fegin.