Vit ráða øllum íverksetum at gera eina virkisætlan (Business Plan), ið er eitt skjal, sum lýsir tínar ætlanir við fyritøkuni, og hvsussu tú ætlar tær at røkka hesum ætlanum.

Virkisætlanin kann hjálpa tær at fá yvirlit og meta um núverandi støðuna hjá fyritøkuni, og harvið hvar tú frameftir skalt leggja tína orku.    

Hevur tú tørv á at gera eina virkisætlan, kanst tú finna ein leist her: Virkisætlan

Ein annar góður háttur at lýsa og arbeiða við virkisætlanini er Business Model Canvas. Ráðgevarnir í Íverksetarahúsinum nýta ofta henda leistin í síni íverksetararáðgeving.