EBG vinnarabólkurin til Italia

Íverksetarahúsið

j

30/01/2012

skrubbuglimmur_vinnarar_1

Tað verður Fiskivinnuskúlin, ið skal umboða Føroyar í altjóða kappingini European Business Games.

Tað bleiv staðfest tann 25. mars í Mullers Pakkhúsið, tá bólkurin SkrubbuGlimmur vann kappingina í Føroyum.
European Business Games er ein altjóða kapping sum í ár verður hildin í býnum Piazenca í Italia.

SkrubbuGlimmur ger sniðgeving burturúr fiskaskræðu. Hetta er eitt hugsað virki, sum skal framleiða og selja alskins príðislutir, taskur o.a. vørur úr fiskaskræðu, har dentur verður lagdur á nýhugsan eins og dygdarvørur.

Í bólkinum eru tær tríggjar: Sóleyð Poulsen, Sára Mikkelsen og Sólja Fríða Thorleifsson.

Tær tríggjar eru ógvuliga spentar til kappingina í Italia. Eftir tær vunnu kappingina í Mullers Pakkhúsi hava tær ikki ligið á letu síðuni. Alt er umsett til enskt, og so er uppgávan eisini blivin munandi betra. Spurgd um hvørji útlitini eru og hvat er serligt við teirra uppgávu, sigur Sára Mikkelsen, at hon vónar sjálvandi at tær fara at vinna. “Okkara uppgáva er júnik – hetta er ein so serlig vøra, og at vøran er burðardygd er sjálvandi okkara brand. Marknaðurin er so at siga tómur fyri hesum slag av príðislutum úti í heimi, tí hava vit ein góðan møgulleika at vinna”, sigur Sára at enda.

Føroyska kappingin European Business Games, er eitt samstarv millum Mentamálaráðið, Íverksetarahúsið og Miðnámsskúlarnar.