Ein væleydnað finala

Íverksetarahúsið

j

07/03/2019

Tað var eitt satt brak í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 1. mars tá ársins SkúlaFM finalan fór av bakkastokki. Í einum fullsettum Norðurlandahúsið, gjørdu eitt sera væl spælandi Løkin Band og áskoðararnir sítt til ein sera góðan stemning.

Finalistarnir vóru væl fyrireikaðir og til dystin fús og talan var um eina finalu, sum má sigast at vera eitt satt gjøgnumbrot fyri íverksetan í fólkaskúlanum.

Ársins finalu vann Skúlin við Løkin, sum sostatt gjørdist FM-vinnari í íverksetan.

Fimm skúlar og 7 verkætlanir kappaðust um FM-heitið.

Vinnararnir vórðu næmingafyritøkan SULAGLU, frá skúlanum við Løkin sum ætla at gera eina app í skal hjálpa Føroya fólkið í dagligdegnum.

Appin eitur Sulaglu og tað stendur fyri sukur, laktosu og glutenfrítt. Styttingin fyri Sulaglu er SLG. –Appin hjá okkum er fyri at hjálpa fólki, ið hava ovurviðkvæmi, líkasovæl upplýsandi fyri onnur fólk. Okkara app hevur ein innbygdan skannara, ið er til at skanna strikukodur. Hann er lættur og brúkaravinarligur at nýta. Fólk kunnu nýta skannarin t.d tá ið tey skulu eitt skjótt ørindi inni í einum handli. Appin hevur eisini ein lista, av øllum vørunum inni í einum handli, sum kunnu nýtast til t.d tá ið viðkomandi er við hús og skrivar ein innkeypslista. Bæði skannarin og listin eru góð at nýta í einum dagligdegi, siga vinnarnir.

Hóast kappingin er eitt íverksetaraspæl, vístu allir luttakandi bólkarnir eitt sera høgt støði í teirra framførslum og yvirhøvur hugskot á høgum stigi.

Vinnararnir fingu eina peningagávu frá Betri og Gullfræið, sum listamaðurin Edvard Fuglø hevur sniðgivið.

Nummar tvey bleiv Klára frá Skúlatrøð, sum fingu ein kekk uppá 1.500 krónur. Nummar trý bleiv Leiðin frá NámX, sum fekk ein kekk uppá 1.000 krónur. Føroya Tele hevur latið vinningarnar til nummar tvey og trý.

Í dómsnevndini sótu Hildigerð Jóhannesen frá Betri, Áki Leitistein Hansen frá Føroya Tele, Mathea Hilduberg frá Vinnuframa og Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum.

Hjartaliga tillukku Jónfríð, Inga, Johannes, Randi og Skúlin við Løkin.