FarPay fekk heiðurin sum Ársins Íverksetari 2019

Íverksetarahúsið

j

03/05/2019

Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður í Løkshøll, at fyritøkan FarPay er kosin Ársins Íverksetari 2019.

Ársins Íverksetaradagur varð seinnapartin hildin í Løkshøll í Runavík. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Ársins Íverksetari 2019

Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna FarPay til Ársins Íverksetara.

Løgmaður segði millum annað:

“Ársins Íverksetari er í dag ein fyritøka sum longu hevur gjørt seg galdandi á føroyska og danska marknaðinum. Marknaðurin hjá fyritøkuni kann vera allur heimurin, og tí hevur ein slík fyritøka sera stóran týdning fyri føroyska vinnulívið og samfelagið. Ársins Íverksetari hevur tíðliga sæð møguleikar í at peningaflytingar í størri mun verða talgildar.”

Størsti parturin av umsetninginum hjá Ársins Íverksetara er uttanfyri Føroyar.

Dómsnevndin sær sera stórt potentiali í fyritøkuni, og um fíggjarligu gongdina kann sigast, at umsetningurin er vaksin skjótt.

Ársins Íverksetari kann vísa á góð fíggjarlig úrslit seinastu árini, og eisini á hesum økinum er fyritøkan fyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur. 

Þór Sigfússon sum er kendur íslendskur íverksetari og fyrilestrarhaldari var høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi, ið var í Løkshøll í Runavík við luttøku av áleið 200 áhoyrarum.

Samanumtikið var dagurin væl eydnaður, og Íverksetarahúsið ynskir FarPay hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2019.