Ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum

Íverksetarahúsið

j

05/03/2018

Norðoya kunningarstova og Íverksetarahúsið bjóða til evniskvøld um ferðavinnu týskvøldið 13. mars.

Talið av ferðafólkum økist støðugt, og tørvur er á enn fleiri ferðavinnutilboðum í Norðoyggjum. Tí skipa Norðoya Kunningarstova og Íverksetarahúsið fyri evniskvøldi, har kunnað verður um gylta møguleikan hjá norðoyingum at gera seg galdandi innan ferðavinnu júst nú.

Endamálið við evniskvøldinum er at skipa eina ítøkiliga vøruskrá við tilboðum, sum Norðoya kunningarstova kann selja ferðafólki longu í summar.

Evnislesturin verður í Íverksetarahúsinum týskvøldið 13. mars kl. 19.00-21.00.

Á skránni verður:

  • Visiónirnar hjá Norðoya Kunningarstovu fyri summarið 2018
  • Kunning um upplivingarmøguleikar, málbólkar, ferðavinnumynstur, eftirspurning o.a.
  • Ítøkilig amboð til vørumenning frá Íverksetarahúsinum
  • Norðoya Kunningarstova sum lýsingaframleiðari og søluplatformur

 

Tey, sum taka við tilboðnum um at skipa fyri upplivingum í summar, fáa:

  • Skipaða sølu av tykkara vørum og tænastum
  • Ókeypis framleiðslu av lýsingarteksti og pláss í sølutilfarinum hjá Norðoya kunningarstovu fyri summarið 2018
  • Møguleika at menna tykkara uppliving/tænastu í samstarvi við Norðoya kunningarstovu og Íverksetarahúsið
  • Limaskap í netverki og facebook bólki fyri ferðavinnuaktørar í Norðoyggjum

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda luttøku á Facebook tiltakinum Ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum

Eisini kunnu øll ið hava góð hugskot, ið tey ikki ætla at seta í verk sjálvi, senda ein teldupost á [email protected] har greitt verður frá hugskotinum. Á tiltakinum verða innkomin uppskot løgd fram fyri áhoyrarunum.