Fiskakips á Framtíðartorginum

Íverksetarahúsið

j

25/03/2015

LeifSørensenDFO
Ein av teimum framlítandi íverksetunum, sum verða við á Ársins Íverksetaradegi í Spaniastovu fríggjadagin, er føroyski gourmetkokkurin Leif Sørensen. Hann arbeiðir við at framleiða fiskakips í pakkum, sum hann áður hevur gjørt í smáum nøgdum til væl nøgdar kundar

Norðurlendski køkurin hevur gjørt stór framstig á altjóða pallinum seinastu árini. Ein, sum hevur verið partur av hesi nýggju norðurlendsku rørsluni, er víðagitni føroyski kokkurin Leif Sørensen.

Hann hevur m.a. havt sína egnu matstovu, Gourmet, í Havn fyri nøkrum árum síðan. Seinri arbeiddi hann sum kokkur á Koks á Hotel Føroyum. Í tí sambandi hevur hann roynt seg fram til og gjørt sonevnd fiskakips til sínar kundar, um enn í smáum nøgdum.

Nú arbeiðir Leif Sørensen við at framleiða fiskakips í pakkum og í munandi størri mongdum enn higartil.

– Avbjóðingin er, at eingin ger nakað líknandi á okkara leiðum, so eingin vitan er frammanundan um, hvussu hetta gerst best, sigur Leif Sørensen. Hann greiðir víðari frá, at hugskotið er at gera tey knæsandi, so fólk ikki hugsa um fisk, men halda bara, at tað smakkar væl.

Fiskakipsini eru gjørd úr røstum fiski, sum verður fitistoktur. Tað gevur nógvan umamismakk, sum ger fiskakipsini til nakað heilt serligt, sum fólk eisini hava verið stak nøgd um, tá Leif hevur gjørt fiskakips í smáum nøgdum.

Men tað er krevjandi at framleiða í smáum nøgdum. Hartil stinga nógvir nýggir trupulleikar seg upp, tá framleiðslan verður víðkað til eina størri framleiðslu. M.a. skal ansast eftir hitanum, hvussu leingi kipsini verða stokt, umframt at haldførið skal vera gott uttan at brúka tilsetningsevni.

Ein serstakliga spennandi verkætlan, sum meiri verður at frætta um á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi, sum verður hildin í Spaniastovu í Klaksvík fríggjadagin 27. mars 2015 klokkan 13. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.