Fjarnám

Fjarnám er ein útbúgvingardepil undir Klaksvíkar kommunu, sum knýtir sambond millum lesandi/fjarlesandi og lestrarstað. Fjarnám heldur til í Íverksetarahúsinum. 

Tað er ein sannroynd, at nógvir føroyingar eru undir útbúgving og onnur ynskja at førleikamenna seg. Í løtuni eru tíverri ikki so nógvir fjarlestrar møgleikar í Danmark fyri føroyingar, sum búgva í Føroyum, men øll vaksin eru vælkomin á Fjarnám til eitt prát og vegleiðing um, hvørjar yrkis- og lestrar møguleikar tey hava, eisini um tit ynskja at førleikamenna tykkum.

Tað kann verða torført at finna røttu útbúgvingina, skeiðið, skúlan og at finna út av praktiskum viðurskiftum. Tað kann vera hent at práta við onkran um hetta og fáa góð ráð.

Uppgávan hjá Fjarnám er at skapa eitt umhvørvið fyri tann lesandi, vegleiða um útbúgvingar møguleikar, finna viðurkendu skúlarnar, stuðla lesandi í t.d. uppgávu- og verkætlanar skriving, vísindaástøði, keldutilvísing o.ø.

Her kunnu netverk skapast í millum lesandi uttanlands, Fjarnám, Klaksvíkar kommunu, Íverksetarahúsið og vinnulívið.

Íverksetarahúsið hýsir eisini íverksetum, og tað gevur eitt gott og kreativt umhvørvi, har møguleiki er fyri sparring ímillum tann lesandi og íverksetan.

Lestrarvegleiðari er:

Deirdre Hansen

telefon: 239503

teldupost: [email protected]