FJORD fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti 2024

Íverksetarahúsið

j

31/10/2024

Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at fyritøkan FJORD, er kosin Ársins íverkseti 2024.

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin í Løkshøll í Rúnavík. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Tað var Løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna FJORD til Ársins íverkseta 2024.

Løgmaður segði millum annað soleiðis um Ársins Íverkseta:

”Fyritøkan, ið er ársins íverkseti, er sprottin úr einum kreativum hugskoti, sum hevur vundið uppá seg til støðuna í dag, har fyritøkan selur ein hóp av litríkum brúksvørum í Føroyum og uttanlands. Vøruúrvalið hjá ársins íverkseta hevur íblástur úr føroyskari mentan, náttúru og tí maritima umhvørvinum, ið stovnarin er uppvaksin í. Tað kreativa og litríka ger vøruna til nakað serligt, og fyritøkan er vorðin alt meira kend í Føroyum og uttanlands.”

FJORD hevur hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn. Tað er Suffía Nón, ið eigur og rekur fyritøkuna. Navnið á fyritøkuni kemur av heimstaðnum Fuglafjørður, har Suffía, ið sniðgevur allar sínar vørur sjálv, eisini er fødd og uppvaksin.

Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var kendi danski ávirkarin Anders Hemmingsen. Harumframt vóru eisini fyrilestrar frá Rókur J. Jakobsen, stjóra í fyritøkuni Virka, og frá ávirkarinum báðum Ceciliu Nolsøe Sørensen og Sølvu J. Joensen.

Samanumtikið var dagurin væl eydnaður, og Íverksetarahúsið ynskir FJORD hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2024.