Føroyskt telduspæl tilnevnt altjóða heiðursløn

Íverksetarahúsið

j

23/10/2016

14692055_714738178681923_8390342272565558081_o

Eitt telduspæl sum upprunliga varð ment á FT GameJam í 2014 er nú tilnevnt Best Social Game á Game Connection Development Awards í París.

Uni Dahl, Bogi Húsgarð, Pætur H. Weihe og Birgir Simonsen mentu spælið Space Vikings á GameJam tiltaki sum Íverksetarahúsið skipaði fyri í Føroya Tele í 2014. Spælið er síðani víðari ment av fyritøkuni hjá Una Dahl, House on Fire, og eitur í dag Space Ax’. Men uppruna prototypan og hugskotið til spælið varð, sum sagt, ment eitt vikuskifti í 2014 á FT GameJam.

Fýra ár á rað hevur Íverksetarahúsið í samstarvi við Føroya Tele skipað fyri sonevndum GameJam-tiltøkum í Føroyum, sum ganga út upp á at savna fólk at gera telduspøl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið. Endamálið er, at skapa eitt grundarlag fyri at vit kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

Umframt at vera tilnevnt Best Social Game er spælið Space Ax’ eisini tilnevnt í flokkinum ‘People’s Choice’.

Á hesari leinkjuni ber til at síggja eitt demo av spælinum: https://www.youtube.com/watch?v=mAvTcZR_ZH8

portrait-02-2

Uni Dahl, eigari av fyritøkuni House of Fire