Fólkaskúlin við uppá tað!

Íverksetarahúsið

j

13/09/2010

DSC02816

Ein sera glaður vinnari!

Fólkaskúlin við uppá tað!

skrivað tann 13.09.2010

Fríggjadagin hittust 120 næmingar úr Nám X, Fuglafjarðar skúla og Ósáskúlanum til næsta Innovation Camp fyri fólkaskúlan hjá Íverksetarahúsinum í ár. Camp’urin varð hildin í søguligu Spániastovu úti í Klaksvík. Sambært eftirmetingunum vóru næmingarnir serstakliga nøgdir við dagin í síni heild.

Innsløgini á degnum stóðu Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið, Finn Johannesen, Vilt, Beinta Gregersen, Kvasir, Jón og Martin, Grandmas Basement, Ragnhild Ellingsgaard og Niklas Heri Jákupson, Fegin, fyri.

Komandi vikuskifti verður Innovation Camp fyri næmingar, sum koma at luttaka í European Business Games, áðrenn tiltøkini hendan mánaðin enda við einum tiltaki í Fiskivinnuskúlanum og einum skeiði í íverksetan fyri lærarar.

Finn Johannesen spurdi, um hann skuldi fara grátandi til arbeiðis, ella velja at verða skóti fulla tíð.

Jón í front fyri Grandmas Basement unpluged.

Niklas Heri við energiska fyrilestrinum um lívsgleði.

Lærararnir, sum teknaðu luttøku á innovation Camp.