FT GameJam 2018: Ókeypis verkstova við Lindu Randazzo frá House on Fire

Íverksetarahúsið

j

27/08/2018

Mikudagin 29. august letur tilmeldingin til árliga tiltakið FT GameJam 2018 upp.

Ætlar tú at luttaka, so ræður um at bera seg skjótt at og boða frá luttøku. Fyrstu 25 luttakararnir, sum melda seg til tiltakið, sleppa á eina ókeypis hands-on verkstovu við Lindu Randazzo, sum saman við Una Dahl er stovnari av House on Fire.

House on Fire mennir spøl til fartóleindir og hevur millum annað útgivið peika-og-klikk ævintýraspælið The Silent Age, ið er tikið niður yvir 8 millónir ferðir á App Store og Google Play.

Linda Randazzo er úr Italia, men búsitandi í Danmark, har House on Fire heldur til. Tá hon var 6 ár, fekk hon sína fyrstu teldu, sum var ein Commodore 128, og hetta kveikti áhugan fyri spælmenning.

Um verkstovuna

Verkstovan fer at snúgva seg um Unity3D, sum er ein stinnur útbúnaður á spælmarknaðinum í løtuni, og saman við Lindu sleppa luttakararnir at menna eitt spæl út frá grundinnihaldinum av Unity3D.

Verkstovan vendir sær til fólk, ið hava lítla og onga vitan um Unity, men um tað eru luttakarar, ið kundu hugsað sær at lært Unity umaftur, so eru tey sjálvandi eisini vælkomin.

Verkstovan við Lindu Randazzo frá House on Fire verður hósdagin 27. september í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Les meira

Niðanfyri eru leinki til nærri kunning um House on Fire, spælið The Silent Age og tiltakið FT GameJam 2018, sum er bæði størri, betri og stuttligari enn undanfarin ár.

http://houseonfire.dk

http://thesilentage.com

www.ft.fo/ft-gamejam-2018-nyggjum-snidi