Fyrsta próvtøka á Fjarnámi

Íverksetarahúsið

j

19/01/2015

hansandriasolsen

Í morgun hevur Hans Andrias Olsen staðið roynd á Fjarnámi í Klaksvík. Soleiðis er hann fyrstur at standa roynd á Fjarnámi umvegis internetið

Hans Andrias Olsen lesur á Århus Universitet. Útbúgvingin eitur IT dedaktisk design, og gongur fyri tað mesta fyri seg umvegis internetið. Áðrenn tað hevur hann lisið námsfrøði á Læraraskúlanum.

Í morgun, 19. januar 2015, var Hans Andrias til roynd og stóð í tí, sum eitur læringsteori og teknologi. Soleiðis er hann fyrstur at standa próvtøku á fjarlestrardeplinum hjá Fjarnámi.

Fjarnám er fjarlestrardepil hjá Klaksvíkar kommunu, og verður umsitið í samstarvi við Íverksetarahúsið, sum heldur til í gamla skrivstovuhúsinum hjá Kjølbro. Har eru hølisviðurskifti og útgerð til lesandi, so tey m.a. kunnu fylgja fyrilestrum, skeiðum og undirvísing umvegis internetið. Umframt, at próvtøka kann fara fram umvegis internetið.

Tey, sum higartil hava brúkt umstøðurnar hjá Fjarnámi, eru námsfrøðilesandi, læraralesandi og sjúkrarøktarfrøðilesandi, umframt onnur, sum lesa uttanlands og eru heima styttri tíðarskeið.

X