Fyrsti undirvísingartími í løgfrøði

Íverksetarahúsið

j

09/02/2015

LøgfrøðiFjarnám

Í gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro í Klaksvík eru nøkur, sum lesa, hóast at undirvísingin gongur fyri seg á Fróðskaparsetrinum í Tórshavn. Tað verður gjørt í hølum og við útgerð hjá Fjarnámi, sum Klaksvíkar kommuna bjóðar sínum borgarum í samstarvi við Íverksetarahúsið

Fjarnám er fjarlestrardepil hjá Klaksvíkar kommunu, og verður umsitið í samstarvi við Íverksetarahúsið. Tað er ein tænasta, sum Klaksvíkar kommuna bjóðar sínum borgarum, so fólk kunnu menna seg í nærumhvørvinum.

Samstarvið við Fróðskaparsetrið er nú víðkað soleiðis, at løgfrøðilesandi kunnu fylgja undirvísingi í Havn umvegis internetið. Fyrsti tími í løgfrøði umvegis internetið var í morgun, 9. februar 2015. Tey løgfrøðilesandi brúka framkomnu útgerðina hjá Fjarnámi hvønn mánadag og mikudag, tá undirvísingin í løgfrøði fer fram í Havn. Í løtuni eru fýra, sum lesa løgfrøði fulla tíð í Klaksvík, men tað ber eisini til at taka stakskeið.

Við einum slíkum lestrarumhvørvi í býnum ber til vera við í undirvísingini í Havn uttan at fara allan teinin til Havnar til hvønn undirvísingartíma. Higartil hevur tænastan serliga verið brúkt av námsfrøðilesandi, læraralesandi, sjúkrarøktarfrøðilesandi og av fólki, sum lesa uttanlands og hava verið heima styttri tíðarskeið. Eisini hevur próvtøka verið hildin hjá Fjarnámi umvegis internetið.