Gongd komin á nýskapanarsamstarvið millum Føroyar og Ísland

Íverksetarahúsið

j

30/04/2012

fablab_148_0

Á vitjan í farnu viku var avtalað at halda fram við at menna samstarv millum Føroyar og Ísland um nýskapan og íverksetan. Partar av samstarvinum fer eisini at fevna um aðrar grannar í norðuratlantshavi.

Umboð fyri Íverksetarahúsið, Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið, Vinnuframa og báðar teknisku skúlarnar vitjaðu í farnu viku íslendskar stovnar og virkir. Endamálið við ferðini var, at eyðmerkja nøkur ítøkilig øki, sum báðir partar hava gagn av at samstarva um.

Tað er greitt, at nógv er sum vit kunnu læra hvør av øðrum, m.a. um ymiskar hættir at kveikja íverksetarahug og -førleikar, og um skipan og rakstur av klekingardeplum fyri íverksetarafyritøkur.

Onnur øki ið vóru umrødd, og sum kunnu vera spennandi at samstarva um eru kreativar vinnur, menning av orku- og umhvørvisvinalig tøkni og av varandi orkukeldum.

Avtalað var m.a. at fyrireika eitt formligt samstarv millum londini, at taka stig til eitt størri nýskapanarsamstarv millum fleiri lond í NORA-økinum, og kanna umstøðurnar fyri at skipa eitt Fab Lab* í Føroyum. Samstarvið kann so líðandi víðkast til at fevna um fleiri tættir og fleiri samstarvspartar.

*Fab Lab er stytting fyri Fabrication Laboratory. Fab Lab eru talgildir verkstaðir, við teldum og teldustýrdum maskinum, ið kunnu nýtast at framleiða snøgt sagt hvat sum helst. FabLab kunnu brúkast til undirvísing, vørumenning og íverksetan í samstarvi við fólk úr øllum heiminum. Sí kunningarfilm frá Fab Lab í Vestmanneyjum http://www.youtube.com/watch?v=4Zlp0g9Gcvg

Myndatekstur:
Berglind Hallgrímsdóttir frá Nýsköpunarmiðstöð Íslands, Sjúrður Johansen frá Vinnuframa, Oyvindur av Skarði úr Vinnumálaráðnum, Arthur E. Abrahamsen frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík, Mortan Zachariasen úr Mentamálaráðnum, Sóley Heradóttir Hammer frá Íverksetarahúsinum og Tummas Marni Joensen frá Tekniska Skúlanum í Tórshavn.