Hemming Petersen ráðgevi til FT GameJam 2019

Íverksetarahúsið

j

13/09/2019


Hemming er 29 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er KT verkfrøðingur og arbeiður í einari KT fyritøku, ið eitur Áskoðan, har fokus er á web loysnir. Hemming hevur leingi havt áhuga og hevur drúgvar royndir at menna telduspøl. Hemming sigur: “Gamejam haldi eg hjálpir ein stóran part í, at vit menna okkum í at gera telduspøl. Vit sum eru áhugaði í hesum, styrkja okkum við at arbeiða saman. Hvør einstaklingur fær roynt sínar førleikar, at seta sítt verk inn í hesa verkætlanina. Eg havi sæð, at tann endaliga góðskan í verkætlanunum hevur betra seg, fyri hvørt ár Gamejam hevur verið. Gamejam kann vera við til, at Føroyingar fara at kunna menna okkara egnu spøl. Førleikarnir eru longu í Føroyum, vit skulu bara finna saman – tað kann hetta tiltakið eisini gera sítt til.”

FT GameJam 2019 verður í Klingruni hjá Føroya Tele í døgunum 20.-22. September. Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til. Morgunmatur, frokost, kaffi og annað gott verður at fáa allar dagarnar. Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn.

Elektron og Føroya Tele lata høvuðsvinningin á tilsamans 20.000,- kr. til vinnandi telduspælið. Harumframt letur Vinnufarmi 25.000 kr. sum skal nýtast til at víðari menna spælið.


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum www.iverksetan.fo ella við at senda ein mail til [email protected]
Viðmerk: Navn, aldur, teldupost, umframt hvat av niðanfyri standandi evnum tú kundi hugsað tær at arbeitt við:
-Forritan

-Grafikk

-Ljóð

-Søga

-Projektleiðsla

-Annað

(Tilmeldingin er ikki endalig fyrr enn tú hevur móttikið eina váttan umvegis teldupost.)


Tilmeldingarfreistin er mikudagin 18.sep.
Hevur tú spurningar um eitthvørt ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Jóhann Østerø/ [email protected]/ 243084 ella Iverksetarahúsið / [email protected]/ 239502 Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum www.iverksetan.fo ella við at senda ein mail til [email protected]