Nú er møguligt at fáa fíggjarligan stuðul til tína værkætlan, uttan at fara ígjøgnum tí vanligu, og til tíðir truplu mannagongdina við at lána pening í bankanum ella søkja stuðul frá ymsum aktørum.
Hetta er møguligt við nýggja Hópfíggingarportalinum (crowdfunding), sum Íverksetarahúsið, í samstarv við vinnuframaskipanina, hevur fingið í verk. Við Hópfíggingarportalinum ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða við smærri upphæddum frá fleiri íleggjarum ella stuðlum.
Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr.
Ring ella skriva til okkum um meira kunning, og hvussu tú kanst fáa tína verkætlan á Hópfíggingarsíðuna. Teldupost: [email protected] – Tlf. +298 239501/239502.