Hiking.fo: Fjallatúrar í føroysku náttúruni

Íverksetarahúsið

j

30/03/2017

At ganga fjallatúrar í føroysku náttúruni er vorðin ein vaksandi ítrótt, bæði hjá føroyingum og útlendskum gestum, ið vitja í Føroyum. Tó er ikki heilt vandaleyst at ferðast í føroysku náttúruni. Avbjóðingarnar kunnu vera smáar og vandaleysar eins og stórar og lívshættisligar.

Men her er tað at nýggja heimasíðan hjá Pól Sundskarð, www.hiking.fo, kemur í myndina. Slóðbrótandi heimasíðan vísir eitt yvirlit yvir fjallatúrar og bygdagøtur kring alt landið, so nú kunnu føroyingar og ferðafólk, ið hava hug at fara ein túr í føroysku náttúruni, fáa íblástur til nýggjar túrar, vegleiðing um lættari ella torførari túrar og enntá kunning um hvør ætt er best til ein ávísan túr. So umframt at síðan er upplýsandi, er hon eisini viðvirkandi til tryggleika í fjøllunum.

Á heimasíðuni er eisini møguligt at bíleggja túrar við ferðaleiðara, og at keypa GPX slóðir sum brúkarin t.d. kann leggja inn á sína egnu snildtelefon. Soleiðis er heimasíðan eitt hent amboð hjá Kunningarstovunum kring landið, at avgreiða ferðafólk upp á ein skjótan máta.

Tað er, sum sagt, royndi gongumaðurin Pól Sundskarð, sum hevur tikið stig til og stendur aftanfyri verkætlanina, og fyrireikingararbeiði við síðuni hevur tikið langa tíð, har Pól hevur gingið øll fjøll í Føroyum á tamb fyri at kortleggja rutur.

Ein sera forvitnislig verkætlan, sum meiri verður at frætta um á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi, sum verður hildin í Østrøm fríggjadagin 31. mars klokkan 10. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.