Vegna vánaligar veðurvánir er tiltakið flutt eina viku fram til hósdagin 19 januar!
Ert tú íverkseti og hevur tín fyritøka tørv á einum íkasti frá einum fakfólki ella serfrøðingi, so hevur tú nú møguleika at fáa serkøna hjálp ókeypis.
Íverksetarahúsið og Hugskotið skipa í felag hósdagin 19. januar fyri tiltakinum ‘Hitt ein serfrøðing’, sum er eitt tilboð um stutta ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.
Hentir upplýsingar:
Hvar: Íverksetarahúsið, Garðavegur 57, 700 Klaksvík
Nær: Hósdagin 19. januar, kl. 16:00 – 18:00
Prísur: ókeypis og kaffi, the og annað gott verður at fáa
Tilmelding: Melda til á [email protected] ella [email protected]
Hesir ráðgevarar vera at hitta:
Brynhild Absalonsen frá Vinnuframa:
Stuðulsmøguleikar
Ráðgevi frá BankNordik:
Møguleikar fyri fígging
Birita Sandberg Samuelsen advokatur frá Sókn:
Fá tað juridiska uppá plass
Niels Uni Dam frá Nudlavirkið
Marknaðarføring. Búðmerki, lýsingar, heimasíður, online marknaðarføring v.m.
Óli Joensen frá Januar:
Bókhald, roknskapur, granskoðan
Garðar O. Justinussen og Nicholas Nielsen frá TAKS:
Stovnan av virki, mvg v.m.
Tiltakið er fyriskipað á tann hátt at tá ið tú møtur í Íverksetarahúsinum liggja seðlar tú kanst taka. Tú tekur teir seðlar tú kundi hugsað tær. Fyrstur kemur, fyrstur fær. T.d kanst tú taka ein seðil við løgfrøðiligari ráðgeving frá 16:00 til 16:20 og so ráðgeving frá grannskoðara frá 16:20 til 16:40. Tú kanst taka so nógvar seðlar sum tú vilt, tó bara ein frá hvørjum ráðgeva. So tað ræður um at møta í góðari tíð, og taka teir seðlarnar tú ynskir.
Íverksetarahúsið og Hugskotið