Hitt íverksetararnar!

Íverksetarahúsið

j

05/02/2026

Kom til opið hús í Íverksetarahúsinum týsdagin 17. februar kl. 15.00–18.00.

Á skránni verður ein góður drekkamunnur og fýra stuttar, spennandi framløgur frá nøkrum av íverksetarunum, sum húsast í Íverksetarahúsinum. Framløgurnar byrja klokkan 16:00.

Íverksetararnir fara m.a. at greiða frá:

  • Síni bakgrund
  • Hvat tey arbeiða við til dagligt
  • Hvat tær tænastur og loysnir tey bjóða

Tey, sum hava framløgur, eru:
Dávið Klein Sundsskarð, Sólgerð Andreassen, Martin Rauff Dahl og Elin Neshamar Olsen.

Eftir framløgurnar verður netverkan og høvi at práta við íverksetararnar í hugnaligum umhvørvi.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!