Intra fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti 2023

Íverksetarahúsið

j

20/10/2023


Fyri løtu síðan bleiv kunngjørt, at fyritøkan Intra, er kosin Ársins íverksetari 2023.

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin í einum fullsetum Mentanarhúsi í Fuglafirði. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Tað var Djóni N. Joensen, Landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, ið kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Intra til Ársins íverkseta 2023.

Landsstýrismaðurin segði millum annað soleiðis um Ársins Íverkseta:

“Ársins Íverkseti hevur ment eina vøru, ið er eitt hent amboð hjá alskyns fyritøkum og stovnum bæði í Føroyum og uttanlands. Fyritøkan er sera skjót at tillaga sína vøru til tað, sum marknaðurin ynskir. Hetta ger vøruna til nakað serligt, og eyðkennir eisini teirra máta at arbeiða uppá. Fyritøkan hevur megnað at gera seg galdandi í kappingini bæði á føroyska og útlendska marknaðinum. Marknaðurin hjá fyritøkuni kann vera allur heimurin, og tí hevur ársins íverkseti eisini týdning fyri føroyska vinnulívið og samfelagið.”

Intra hevur hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn. Tað eru teir báðir Jaspur Langgaard og Reimund Langgaard, sum reka og eiga størsta partin av fyritøkuni. Umleið 7 fólk eru knýtt at fyritøkuni.

Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var Ólavur Gregersen, stjóri/stovnari av Ocean Rainforest. Harumframt vóru eisini fyrilestrar frá Dávid á Rógvi Isaksen, stjóra í fyritøkuni A4 og frá Leif Johannesen, menningarleiðara hjá GroAqua.

Samanumtikið var dagurin væl eydnaður, og Íverksetarahúsið ynskir Intra hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2023.