Íverksetan fyri øll ið hava áhuga at menna ferðavinnuna í Føroyum

Íverksetarahúsið

j

12/04/2016

26427_6612c586-160b-4210-8fa6-d51161a93921

Spennandi ókeypis íverksetaraskeið verður komandi vikuskifti í nýggju stásiligu hølunum hjá BankNordik í Tórshavn.

Skeiðið er ætlað tilflytarum og øllum ið hava áhuga fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum

Á skeiðinum verður serligt fokus sett á ferðavinnu í Føroyum, har bæði føroyska mentanin og útlendska mentanin naturliga renna saman. Endamálið er, at skapa best hóskandi umstøður har báðar mentanirnar kunnu, við at arbeiða saman, læra frá hvørjum øðrum og á tann hátt skapa innovativ og kreativ ferðavinnuhugskot.

Øll hugskot, ið hava við ferðavinnu at gera, verða vend og snarað, og tú fær møguleika at skapa og menna eitt hugskot til eina vinnuliga ætlan, og harvið eisini venjing í, at loysa tær avbjóðingar, sum íverksetarar standa yvir fyri.

Skeiðið snýr seg samstundis um at geva tilflytarum neyðugu amboðini og møguleikarnar fyri sjálvi at taka virknan lut í samfelagnum.

Tað er Íverksetarahúsið saman við Útlendingastovuni og BankNordik, sum skipar fyri skeiðnum Startup International: Tourism, har tilflytarar úr øllum landinum, saman við øðrum ið hava áhuga fyri at menna ferðavinnuna, fara at arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum.

Tilflytarar og øll sum ynskja at vera við til at styrkja og menna útboðið av ferðavinnu møguleikum í Føroyum, eru vælkomin at luttaka.

Startup International: Tourism byrjar í BankNordik í Tórshavn fríggjadagin 15. apríl klokkan 18.00, og skeiðið heldur fram alt vikuskiftið.

Skeiðið endar við einum almennum tiltaki í BankNordik sunnudagin 17. apríl klokkan 15:00, har øll eru vælkomin. Tá fara luttakararnir at leggja fram teirra vinnuligu hugskot fyri einari dómsnevnd, sum fer at meta um hugskotini.

Vinnandi hugskotið fær ein ráðgevingarpakka til eitt virði áljóðandi kr. 50.000,- frá Vinnuframa til tímar saman við einum ráðgeva. T.d. løgfrøði, marknaðarføring, grannskoðari v.m.

Melda til á [email protected]. Luttøkan er ókeypis, og øll eru vælkomin, líka mikið hvar í landinum, tú býrt.

Íverksetarahúsið og Útlendingastovan