Íverksetan í fólkaskúlanum stóran týdning

Íverksetarahúsið

j

12/10/2021

Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur.

Íverksetan er ein samfelagsvísindalig lærugrein sum gevur næminginum í 8. 9. og 10 flokki innlit í treytir og møguleikar at reka eitt virki skynsamt í einum marknaðarstýrdum búskapi, og gevur førleikar at virka í hesum høpi. Íverksetan lærugreinin er samantvinna við SkúlaFM, ið er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus.

Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi, við at næmingarnir sjálvir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. SkúlaFM er somuleiðis ein árlig kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið í hava fagið ella breytina íverksetan.

Kundi tú hugsa tær at fingið meira at vita Skúla FM, ert tú vælkomin seta teg í samband við okkum.

X