Íverksetan inn í fólkaskúlan

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

Mánadagin 26. septembur undirskrivaðu Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum og Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum eina trý ára samstarvsavtalu um at menna íverksetaraarbeiðið í fólkaskúlanum.

– Íverksetan er góður førningur hjá okkara unga ættarliði at byggja á bæði í útbúgving og arbeiði. Tað eru tey, sum skulu skapa framtíðarsamfelagið, og tá er umráðandi at duga hegni at síggja nýggjar møguleikar, skapa nýtt úr gomlum, finna nýggj hugskot, og menna tey til vøru ella tænastu, sum eru áhugaverd hjá brúkaranum, varð sagt úr Mentamálaráðnum.

Lagt varð aftrat, at føroyska samfelagið fær brúk fyri fólki, sum kunnu hugsa nýtt í víðastu merking. Í einum globalum samfelagi, sum krevur smidleika og øðrvísi arbeiðshættir, dugnaligar einstaklingar og eisini, at fólk hava førleikan at samstarva tvørtur um vitanarøki, er hetta neyðugt.
– Nýggj tøkni, nýggir sølu- og framleiðsluhættir, nýggjar vinnur, nýggj vitan saman við samfelags og náttúrubroytingum eru alt avbjóðingar, sum tey ungu skulu taka støðu til.

Mentamálaráðið og íverksetrahúsið hava tí sett sjøtul á eitt skipað samstarv um íverksetan í fólkaskúlanum.
– Tað er okkara vón, at hetta fer at verða okkara unga ættarliði til gagns og geva bæði næmingum og lærarum avbjóðingar, íblástur og førleika í teirra arbeiða at menna støðisførleikarnar og seta íverksetan á dagsskránna, søgdu tey bæði, Helena Dam á Neystabø og Rani Nolsøe.