Íverksetarafeløg – nýggjur møguleiki fyri íverksetarar

Íverksetarahúsið

j

13/07/2016

32437_r_705_0

1. januar 2017 kemur í gildið lóg um Íverksetarafeløg (IVF) sum ein broyting í sokallaðu vinnufelagslógini.

Íverksetarahúsið hevur longu gjørt fitt burturúr hesi lóg, sum skapar betri rammur og ger tað lættari hjá íverksetarum at stovna felag.

Hetta er ein góður møguleiki hjá íverksetarum, og tí halda vit eisini at tað er umráðandi i góðari tíð at greiða frá innihaldinum í nýggju lógini.

23. maj skipaði Íverksetarahúsið fyri tiltaki á reinsarínum í Havn, har umleið 60 fólk møttu upp at hoyra spennandi fyrilestur hjá Biritu Sandberg Samuelsen.

Vit ætla eisini at hava minst eitt tiltak aftrat í 2016 har fokus verður sett á Íverksetarafeløg, soleiðis at fleiri kunnu fáa innliti í, hvat hetta gongur út uppá. Hetta verður einaferð í heyst

Í stuttum er eitt Íverksetarafelag eitt smápartafelag, sum hevur ein skrásettan kapital upp á millum 1 kr. og 49.999 kr. og sum lýkur treytirnar í grein 309a í vinnufelagalógini. Kapitalurin kann bert skjótast inn kontant.

Fyrimunir við ÍVF er, at tað er avmarkað heftilsi júst sum við smápartafelag og partaeigararnir hefta bert við teirra innskotið í felagið. Hetta er tó treytað av, at ein ikki hevur bundið seg persónliga við t.d. borgan. Tí kann ÍVF vera eitt gott val hjá teimum íverksetum, sum vilja avmarka sín persónliga váða, av tí at tað avmarkaða heftilsið í útgangsstøðinum tryggjar íverksetaranum ein frammanundan kendan váða, sum er tað innskotið tey hava sett í felagið.

Íverksetarafelag egnar seg best sum karmur um fyritøku, har tørvurin á startkapitali ikki er stórur, t.d. tí inntøkan hjá fyritøkuni í stóran mun er tengd at persónliga innsatsinum hjá íverksetaranum, og ikki er tørvur á dýrum rakstrargøgnum, ella at hesi rakstrargøgnini kunnu leasast. Tá tað bert krevst 1 króna í felagskapitali, so er tað bíligt at koma í gongd.

Karmarnir kring íverksetarafelagið eru í stóran mun væl kendir í vinnulívinum, av bankum og millum íverksetararáðgevarar. ÍVF kann eisini vera eitt gott val, um so er, at man ynskir kendar rættarligar karmar um fyritøkuna, tí partafelagslógin er galdandi fyri hetta slagi av feløgum.

Tað eru tó eisini vansar við einum ÍVF. Tað lága kapitalkravið ger íverksetarafelagið viðbrekið og tí er neyðugt at felagið vinnur pening, so kapitalurin er inntaktur. Lága kapitalkravið kann gera tað dýrt at læna pening frá bankanum og at fáa leverandørkredit til vanligar treytir. Eisini kann ofta verða krav um borgan ella pant og tí kann fyrimunurin við avmarkaða heftilsinum minka.
Íverksetarafelagið skal á hvørjum ári seta í minsta lagið 25% av yvirskotinum til bundnan tiltakspening, til hesin tiltakspeningur saman við felagskapitalinum í minsta lagi er kr. 50.000.

Íverksetarafelagið kann ikki luta út vinningsbýti, fyrr enn tiltakspeningurin saman við felagskapitalinum í minsta lagi er kr. 50.000

Um tú hevur spurningar til íverksetarafeløg ert tú vælkomin at venda tær til Íverksetarahúsið á tlf. 239500 ella fara inn á heimasíðu okkara www.iverksetan.fo. Okkara ráðgeving er ókeypis.