Íverksetarahúsið luttekur á íverksetararáðstevnu

Íverksetarahúsið

j

15/08/2012

nebula

Íverksetarahúsið verður um vikuskiftið við á íverksetararáðstevnu, ið verður hildin í Klingruni á Føroya Tele. Talan er um eina ráðstevnu, har møguligir íverksetarar kunnu fáa íblástur og kunning um, hvussu tú skalt fyrihalda teg, tá farið verður undir nýtt vinnuligt virksemi.

Tað er Halgir Winther Nagata við felagnum Nebula, sum skipar fyri íverksetararáðstevnuni. Á ráðstevnuni verða kunnandi fyrilestrar, og eisini fara fyritøkur og stovnar at hava básar, sum fólk kunnu vitja á staðnum. Harumframt vera verkstovur við speed-netverkan, hugskotsmenning og løgfrøði.

Íverksetarahúsið luttekur við kunnandi fyrilestri og bas á íverksetararáðstevnuni ið byrjar leygardagin 18. august kl 13.