ÍVERKSETARAPORTALURIN

Íverksetarahúsið

j

07/04/2022

ALMENT TIKIN Í NÝTSLU

Móttøka var í Íverksetarahúsinum í dag, har umboð fyri vinnuframaskipanina hittust í samband við at Íverksetaraportalurin varð almannakunngjørdur.

Oyvindur av Skarið, umboðandi Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, almannakunngjørdi portalin. Hann greiddi millum annað frá, at arbeiði við Íverksetaraportalinum hevði verið ávegis leingi og er eisini eitt av málinum í samgonguskjalinum. Hann fegnaðist, um at Íverksetaraportalurin nú er alment er tikin í nýtslu.

Tað er vinnuframaskipanin, ið stendur aftanfyri Íverksetaraportalin og Íverksetarahúsið, ið umsitur portalin. Endamálið við Íverksetaraportalinum er at savna alla neyðuga kunning, vitan og góð ráð á einum og sama stað, fyri at tað skal gerast lættari hjá íverksetarum at fara undir egið virksemi. Harumframt eru heint leinki til allar aktørar, ið arbeiða við at fremja íverksetan í Føroyum.

HVÍ EIN ÍVERKSETARAPORTAL

Vit hava eitt ynski um at Føroyar skal vera eitt land, har íversetarar hava góðar treytir og umstøður at virka undir, og vit ynskja at stuðla uppundir íverksetan. Íverksetarar eru við at skapa virðir og arbeiðspláss, ið hava alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Tað er í hesari ásannan, at politiski mynduleikin hevur set á stovn vinnuframaskipanina, og herundir Íverksetaraportalin, ið millum annað hevur til endamáls at stuðla vøkstri og nýhugsan í føroyska vinnulívinum.

Vit vóna at portalurin verður til gleði og gagn fyri íverksetarar í Føroyum.

Síggj portalin her: https://iverksetaraportalurin.fo/