Jórun Larsen Mørkøre á Kvinnur Megna!

Íverksetarahúsið

j

20/02/2014

jorun_0

Á Kvinnur Megna! verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé.

Hoyrið seks ymsikar søgur frá seks spennandi vinnulívskvinnum úr Føroyum sum fara at greiða frá sínum royndum á økinum.

M.a. fer Jórun Larsen Mørkøre at greiða frá hvussu hon tók lopið frá lítla siðbundna bakarínum til stóru fyritøkuna við fleiri enn 50 fólkum í starvi!

23 ára gomul varð Jórun útlærd bakari og í 1999 valdu hon og maðurin Kim at keypa bakaríið Hjá KI frá svágri hennara. Jórun fór beinanvegin undir at nýmótansgera og víðka um fyritøkuna, men vakstrarmøguleikarnir vóru avmarkaðir og Jórun søkti tí um at fáa grundstykki, tá økið Klingrugarður varð útlagt sum ídnaðarøki í Klaksvík. Jórun satsaði stórt og kravdu hennara ætlanir bæði áhaldandi trýst á myndugleikar og milliónaupphæddir av láni. Men Jórun misti ikki ímóti og í 2004 stóð nýbygda bakaríið ‘Hjá Jórun’ klárt at taka í nýtslu.

Bakaríð hjá Jórun hevur støðugt ment seg og fyritøkan umsetur fyri milliónir. Hesi seinastu fimm árini hevur bakaríið í meðal útgoldið 6 mió kr í lønum um árið, ella góðar 30 mió kr tilsamans og er bakaríið tískil eitt av stóru arbeiðsplássunum í Klaksvík. Í fjør varð Jórun kosin Megnarkvinna 2013!

Hoyrið meira um Jórun fríggjadagin 21. feb kl 13:00 í Østrøm.