Korona-raktar fyritøkur fáa hjálp úr landskassanum

Íverksetarahúsið

j

06/04/2020

Løgtingið hevur 6.apríl samtykt, at veita fyritøkum, sum hava mist inntøkur, enn meiri fíggjarliga hjálp. Stuðulin er ætlaður at hjálpa fyritøkum, sum hava álvarsamar fíggjarligar avbjóðingar og ilt við at gjalda fastar útreiðslur, tí lítlar ella ongar inntøkur eru.

Les meira her: https://www.uvmr.fo/fo/kunning/tidindi/sperdar-fyritokur-kunnu-faa-studul/

Í upprunaliga ætlaninin hjá landsstýrinum, kundu einans fyritøkur, sum høvdu mist minst 50 prosent av umsetninginum, fáa stuðul, men nú er tað broytt, til eina meiri stigvísa skipan. Hesa broyting fegnast vit um, og er nakað sum Íverksetarahúsið saman við Hugskotinum gjørdu vart við í hoyringarskrivi.

Nýstovnaðum fyritøkur fara eisini at kunna søkja um stuðul. Til dømis fyritøkur sum virka innan ferðavinnuna, og aðrar fyritøkur, ið hava gjørt íløgur, men hava mist inntøkugrundarlagið í eina tíð.

Les meira her: https://lms.cdn.fo/media/13884/faktaark-stu%C3%B0ulsskipan.pdf?s=xE0NiY_ZABxRy9wxCFvrMS9bQ18=