kreativitetur á torginum

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

odor

Mynd: Odor

Í farnu viku var “Ungt virki” á torginum í SMS. Tey 17 virkini, sum kappaðust í ár, vóru frá Føroya Handilsskúla í Havn og á Kambsdali og frá Tekniska skúla í Klaksvík.

Nógv spennandi var at síggja og royna á torginum í síðstu viku. Millum annað vóru virki sum høvdu framleitt sjokolatu, sápur, árskalenda, ringar úr seyðahorni, kretivar bókur og heilsugóðan mat. Fleiri vóru komin at eygleiða snotusligu básarnar, sum vóru væl prýddir. Eisini var høvið at royna nakar spennandi vørur, sum sjálvandi vóru til sølu á staðnum.

Mynd: Opulentia

Eg freistaðist at nøkrum vælangandi sápum, sum vóru í einum bási, og fór at spyrja meg eitt sindur fyri. Í hesum virki vóru 5 gentur úr Klaksvík, sum eita Sonja, Karina, Ingibjørg, Gerda og Sára. Tær høvdu gjørt hondgjørdar sápur, sum tær seldu í ekslusivum trækassum.
Meðan tær stóðu og seldu vælangandi sápurnar, greiddi tær frá hvussu hugskotið tók skap. Alt byrjaði við ’hugaroki’ ella brainstorming í august mánaði har nógvir møguleikar vóru uppi á venda, men sum tíðin gekk samdust vit um, at gera eina lekkra sápu,greiddu tær frá.

Genturnar hava lagt nógva orku í labratorium uppgávuna. Ein týdningarmikul ráðvøra er tolg – so vit hava svansað nógv og til tíðir hevur tað eisini verið nokkso torført. – Men í fyrstu atløgu arbeiddu vit uppá nakrar prototypur, sum at enda tóku skap og eydnaðist. Vit hava fingið góða hjálp frá lærarum og vegleiðing frá fyrrverandi skúlanæmingum.

Framleiðslan var fullfýggja og eg freistaðist at keypa ein sápu frá Unga virkinum Odor.

Mynd: Árskalendarin

Ungt Virki í Føroyum er partur av Ung Virksomhed í Danmark, ið byrjaði í 1993, eftir áheitan frá Ung Företagsamhet í Svøríki. Samstundis gjørdist Ung Virksomhed í Danmark limur í Young Enterprise Europe (YEE), ið er felagsfyrisitingin fyri líknandi verkætlanir í øðrum europeiskum londum.
Í ár vóru 17 virki við í kappingini um at gerast besta unga virkið í Føroyum. Nummar eitt gjørdist KRIA úr Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Á øðrum plássi varð Ísi úr Tekniska Skúla í Klaksvík, og á triðja plássi kom Desember úr Føroya Handilsskúla í Tórshavn.