24/11: TILTAKIÐ ER ÚTSETT! TEMAKVØLD: Lær at gera poddvarp við Bjarna Arge

Íverksetarahúsið

j

09/11/2022

GG! TILTAKIÐ ER ÚTSETT!

Arbeitt verður við at finna nýtt tíðspunkt. Hesum boða vit frá, so skjótt sum vit vita meir.

Miðlafrøðingurin og onnur helvtin av vælumtóktu poddvarpinum Amatøroyar, Bjarni Arge, kemur í Íverksetarahúsið at greiða frá sínum royndum innan framleiðslu av poddvarp. Harumframt kemur hann at geva góð ráð til, hvat hugsast skal um, tá farið verður ígongd við poddvarp framleiðslu. 

Vit gleða okkum til eitt læruríkt kvøld 👏🧑‍🏫

Tiltakið er 24.novembur kl.19.00.

Tilmelding fer fram her.